Landsstýrismaðurin gleðir seg at fara við

Jógvan á Lakjuni verður við á túrinum til Rom, sum umboð fyri Føroya Landsstýri. Í samband við Olympisku leikirnar verður ein ráðstevna, har Jógvan á Lakjuni fer at luttaka, og annars ætlar hann sær at brúka nógva tíð saman við føroysku luttakarunum


 
Tað eru ikki bara ítrottarfólk, venjarar ella leiðarar, sum skulu til Rom. Eisini umboð fyri almennu Føroyar vera partur av túrinum, og landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, fer fríggjadagin til Rom.
Í samband við Olympisku leikirnar verður ein ráðstevna við evnum í viðvíkja menningartarnaðum, og har skal Jógvan á Lakjuni luttaka.
- Eg verið so partur av ráðstevnuni saman við politikarum úr øðrum londum, men annars ætli eg mær at brúka nógv tíð saman við føroysku luttakarunum í kappingini, greiður Jógvan á Lakjuni frá.
Spurdur um hann gleðir seg eins nógv og luttakararnir, er landsstýrismaðurin skjótur at svara:
- Eg gleði meg øgiliga nógv, og eg haldi at vit eiga at gera nógv burtur úr hesum fantastiska tiltaki, har vit kunnu senda nøkur av teimum veiku í okkara samfelag at kappast saman við teirra javnlíkum og umboða Føroyar har. Tað haldi eg vera ótrúligt, sigur Jógvan á Lakjuni, sum fer til Rom fríggjadagin.