Landsstýrismaður undir stórum trýsti

Avgerðin um umstrídda fiskiloyvi hjá línuskipinum Jógvani S fellur ikki fyrr enn eftir ólavsøku, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Hann hevur í grundini einki val, um hann vil halda fram, tí Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt honum greitt, at fiskiloyvi skal takast aftur, um flokkurin framvegis skal stuðla honum

Skal samgonguni vera lív lagað eftir ólavsøku, hevur Jacob Vestergaard í grundini einki val. Hann noyðist at taka fiskiloyvi til línuskipið Jógvan S aftur.
Á landsstýrisfundi mikudagin gjørdi Tjóðveldisflokkurin bart. Sambært upplýsingum hjá Sosialinum boðaði formaður floksins Høgni Hoydal frá, at Tjóðveldisflokkurin stendur fult og heilt aftan fyri tað, sum framsøgumaðurin í fiskivinnumálum hjá flokkinum, Tórbjørn Jacobsen, hevur ført fram í Sosialinum.
Tað vil siga, at um fiskimálaráðharrin ikki tekur fiskiloyvið aftur, sum sambært landsstýrismálanevndini varð givið línuskipinum Jógvani S í heimildarloysi, so noyðist Tjóðveldisflokkurin at taka undir við einum misáliti á Jacob Vestergaard.
Hetta líkist málinum við Jørgen Niclasen nágreiniliga. Tað er prinsippið fram um politikkin. Landsstýrismálanevndin er einmælt komin til ta niðurstøðu, at viðgerðin í Fiskimálaráðnum, tá Jógvan S fekk fiskiloyvi, var ólóglig og atlitini, sum lógu til grund fyri avgerðini, vóru ósaklig. Verður niðurstøðan ikki fylgd, er eftirlitsnevndin hjá løgtinginum avhøvdað, og tað kann løgtingið ikki góðtaka.

Fær avleiðingar
Høgni Hoydal váttar í dag fyri Sosialinum, at landsstýrismaðurin og samgongan hava fingið støðuna hjá flokkinum at vita.
? Støðan hjá okkum er júst hon, sum framsøgufólkini hjá flokkinum (Tórbjørn Jacobsen, blðm.) hava ført fram. Tað hava vit boðað Jacob Vestergaard frá, sigur Høgni Hoydal.
Vil tað siga, at tað einasta, sum tit kunnu góðtaka í hesum málinum, er at fiskiloyvið verður tikið aftur?
? Tað er tað, sum framsøgufólkini hava úttalað seg um, so tað er eingin ivi um, sigur Høgni Hoydal.
Hvat nú, um avgerðin verður ein onnur?
? So sigur tað seg sjálvt, at tað fær avleiðingar. Tað er eingin ivi um tað. Tað er fyri at varðveita álitið á skipanina og landsstýrismálanevndina. Og tað er eisini fyri at fáa ruddað upp í fiskivinnulóggávuni og ?umsitingini, so hesi ivamálini ikki alla tíð stinga seg upp, sigur Høgni Hoydal.
Hava tit soleiðis givið Jacob Vestergaard knívin á barkan?
? Nei, tað haldi eg ikki, at tú kanst siga. Vit hava ikki viljað buldrað stórvegis alment. Vit hava sagt Jacob Vestergaard okkara støðu og vit hava álit á, at tað verður eingin trupulleiki av hesum, sigur Høgni Hoydal, sum leggur dent á, at hetta ikki snýr seg um lívið hjá samgonguni.

Avgerðin tikin
Jacob Vestergaard sigur seg langt síðan vera komnan til eina niðurstøðu í málinum, men hann bíðar við at almannakunngera sína støðu.
? Eg vildi fyrst viðgera ta avgerð, sum eg ætli at taka, politiskt við mín flokk, men tað hevur ikki eydnast, og tí fari eg bíða til eftir ólavsøku at siga, hvør niðurstøðan er, sigur Jacob Vestergaard.
Hann viðgongur, at málið var uppi at venda á landsstýrisfundinum mikudagin, men hann kennir tað ikki, sum Tjóðveldisflokkurin hevur lagt trýst á hann.
? Eg havi ikki følt meg undir nøkrum sum helst trýsti, og eg taki mína avgerð út frá míni bestu sannføring. Hetta er eitt kompliserað mál, sum eg vil tosa við flokkin um, og tí dregur tað út. Hóttanir og annað kann eg ikki brúka til nakað sum helst. Eg kenni málið, og eg havi fingið avleiðingarnar at vita frá mínum embætisfólkum, og tað havi eg at halda meg til, sigur Jacob Vestergaard.

Illgruni um mutur
Sosialurin skilir, at Jacob Vestergaard hellir mest til at taka fiskiloyvið aftur og taka tær avleiðingar, sum kunnu standast av tí, men tað vil hann hvørki vátta ella avsanna. Trupulleikin skal vera, at aðrir í flokkinum vilja halda fast við avgerðina at geva loyvi.
Hvussu er og ikki. Róð hevur verið framundir, at tað var ein rein politisk avgerð at geva Jógvani S fiskiloyvi. Umsóknin varð avgreidd eftir rekordtíð, og loyvið varð givið einum partamanni í Fólkaflokkinum dagin áðrenn løgtingsvalið.
? Eg eri so ikki partur av nøkrum rossahandli, og tað kjakið ætli at mær als ikki inn í. Eg var ikki landsstýrismaður, tá tilsøgn varð givin til fiskiloyvið, og eg kenni einki til nakran handil. Eg havi embætismenn at halda meg til, og tað vóru teir, sum avgreiddu málið. Eg haldi meg eina og aleina til fakta í málinum, sigur Jacob Vestergaard.