Vinnumál
Bjarni Djurholkm tekur ikki undir við, at Føroya Fiskavirking verður styrkt í mun til tað, felagið í løtuni er. Hetta er beinleiðis í stríð við viðtøkurnar hjá Framtaksgrunninum, sum eigur Føroya Fiskavirking. Endamálið hjá Framtaksgrunninum er at fáa mest møguligt burtur úr hvørjari krónu, sett er í vinnuna.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður vísir hesum aftur og vísir samstundis á, at viðtøkurnar siga heilt greitt, at tá yvirskot er hjá eini fyritøku, sum Framtaksgrunnurin eigur, skulu aktivini hjá henni seljast.
?Tað er hetta, eg havi víst á, sigur Bjarni Djurholm. Eg havi als eingi boð givið yvirhøvur, men bara sagt mína hugsan um málið, og tað havi eg loyvi til.
Bjarni Djurholm sigur við Sosialin, at hann hevði uppskot um, at partabrøv í Fiskavirking vórðu lutað út til øll starvsfólk hjá felagnum fyri á tann hátt at fáa privatiserað felagið so breitt sum gjørligt.
Til hetta svaraði nevndin, sigur Bjarni Djurholm, at hon hevði hugsað um ein líknandi møguleika, men har var býtislykilin soleiðsi, at leiðslan fekk størsta partin, meðan restin av arbeiðsólkinum fekk tann minna.
?Hesum kundi eg ikki taka undir við, sigur Bjarni Djurholm.
Fyrrverandi nevndin í Framtaksgrunninum segði seg frá, við millum øðrum teirri grundgeving, at hon ikki fekk arbeitt optimalt, tí landsstýrismaðurin legði seg út í arbeiði hennara. Hesum noktaði landsstýrismaðurin fyri.
Víst varð til brævaskifti, har nevndin segði, prógv vóru fyri hesum. Sosialurin bað um innlit í hesi brøv, men fekk noktandi svar, tá málið varð viðgjørt í pressuni herfyri.
Um vikuskiftið fekk Sosialurin kortini brøvini útflýggjað, og stendur har heilt greitt, at Bjarni Djurholm er ikki samdur við envndina, sum tá sat fyri Framtaksgrunnin.
Hann skrivar í brævi til nevndina, dagf. 21. december 2001, at hann....»tekur ikki undir við, at at Føroya Fiskavirking í samband við eina umskipan av Fiskasøluni skal gerast størri og sterkari, enn tað er.«
Hesi orð leggur nevndin soleiðis út, at Bjarni Djurholm ynskir ikki, at Føroya Fiskavirking skal arbeiða optimalt, sum fyriskipað er, soleiðis at teir almennu pengarnir, sum Framtaksgrunnurin hevur sett í felagið, skulu geva optimalt avkast.
Bjarni Djurholm sigur hinvegin, at hesi orð skulu síggjast í ljósinum av samskifti, sum fyrr hevði verið millum landsstýrismannin og nevndina.
Tað er júst í tí samskiftinum, at landsstýrismaður hevur lagt trýst á nevndina, segði fyrrverandi nevndin.
Grundin til hesa støðu er, at nevndin, sum tá sat í Framtaksgrunninum, vildi flyta partar av Føroya Fiskasølu yvir í Føroya Fiskavirking fyri á tann hátt at styrkja hesa fyritøkuna, sum gekk væl. Soleiðis metti nevndin, at hon kundi fáa sínar íløgur afturvunnar.
Landstýrismaðurin var í móti hesum og hevur, sum skilst á keldum hjá Sosialinum, havt at nevndini og beinleiðis vilja steðgað ætlanum hennara.
Tað skal envndin so aftur hava lagt út sum, at Bjarni Djurholm hevur arbeitt í beinleiðis stríði við viðtøkurnahjá Framtaksgrunninum.
Bjarni Djurholm svaraði aftur við at boða frá, at nevndarlimirnir ikki skuldu rokna við at verða afturvaldir, Í øllum førum skuldi formaðurin skiftast út. Tað fekk so alla nevndina til at siga seg frá.
Eisini hevur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í hesum høpi ført fram, at hann hevði hesa støðu, tí hann er eftirlitsstovnur hjá Framtaksgruninum.Men tað er ikki rætt, tí eftirlitið við almennum grunnum, sum eitt nú Framtaksgrunninum, hevur danska Erhvers- og Selskabsstyrelsen.