Landsstýrismaður á odda við elbilum

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur við embætisfólki luttikið á árligu ráðstevnuni ?Driving Sustainability?, sum var hildin í Reykjavík 14.-15. september. Endamálið við ráðstevnuni er at seta fokus á møguleikarnar fyri umhvørvisvinaligan flutning.

Á ráðstevnuni legði Mitsubishi fram sínar ætlanir í s.v. verkætlanina fyri umhvørvisvinarligum flutningi í Íslandi, sum í høvuðsheitum er grundað á elbilar til persónsflutning og biogass til tungan flutning og skip. Eisini aðrar fyritøkur løgdu fram sínar ætlanir viðv. el-bilum og sonevndum hybridbilum fyri tey komandi árini.

Johan Dahl sigur í hesum sambandi: ?Eg eri sannførdur um, at flutningur við el-bilum er framtíðin, og henda ráðstevna hevur styrkt meg í trúnni. Jú fyrr vit í Føroyum síggja teir stóru møguleikarnar, sum liggja í elektrifisering av flutningi, tess betri. Føroyar eru eitt lítið land við lutfalsliga stuttum koyristrekkjum og støðugum veðurlagi, og er sostatt skraddaraseymað til hetta slagi av flutningi.?

Vinnumálaráðið fer nú at gera eina ætlan fyri, hvussu karmarnir í Føroyum kunnu skipast, so teir eggja fólki til at fáa sær el-bilar. Johan Dahl: ?Um tað almenna skapar røttu karmarnar og gongur á odda, tá stovnar og fyritøkur hjá tí almenna hava tørv á nýggjum akførum, kunnu Føroyar innanfyri lutfalsliga fá ár gerast millum fremstu lond, tá tað snýr seg um umhvørvisvinaligan flutning.

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum nýtti høvið at bíleggja sær ein el-bil á ráðstevnuni.