Landsstýrismaður »hongur út«

? Í hesum tíðum, har so stórar og týðandi avgerðir skulu takast, hevur tað alstóran týdning, at borgarin veit, at rættartrygd hansara er vard, uttan mun til hvørja støðu hann hevur í ymsum málum, sigur Begur P. Dam m. a. í viðmerkingum sínum til fyrispurning

Ólavur í Beiti


Bergur P. Dam, sum hevur sæti á tingi fyri Kristian Magnussen, vil hava at vita frá løgmanni um, tað er loyvt ? sambært stýrisskipanar ? ella aðrari lóggávu ? landsstýrismanni at almannakunngera privat viðurskifti hjá borgara, sum landsstýrismaður í sínum landsstýrisstarvi hevur fingið kunnleika til. Og um løgmaður heldur, tað vera rætt og gagnligt fyri demokratiska orðaskiftið, at landsstýrismaður á almennum fundi kunnger, hvussu samráðingar við navngivnan embætismann um samsýning eru farnar fram. Harundir hvørjar upphæddir viðkomandi embætismaður kravdi í samsýning.

Eisini vil javnaðartingmaðurin hava at vita, um tað er støða landsstýrisins, at embætisfólk, ið eru atfinningarsom mótvegis landsstýrinum ella landsstýrismanni, ikki skulu kunna rokna við, at privat viðurskifti ikki verða almannakunngjørd. Og hevur løgmaður ætlanir um ítøkilig stig fyri at styrkja rættartrygdina hjá einstaka borgaranum soleiðis, at hann er vardur fyri, at hansara privatu viðurskifti og samskifti við landsstýrið verða almannakunngjørd.


Ikki ráð

Í viðmerkingunum, greiður Bergur P. Dam frá, at á almennum fundi í læraraskúlahøllini hin 21/9-1999 um ?Hvítubók? tók seg upp orðaskifti um, hvørt búskaparfrøðingar eru samdir um tær niðurstøður, sum landsstýrið ger av búskaparpartinum. Í hesum høpi helt landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, at ein av høvundunum av búskaparfylgibindinum, sum alment hevði funnist at framløgu landsstýrisins, hevði verið so kravmikil, at landsstýrið ikki hevði ráð at hava hann við á framløguferðunum. Síðani kunngjørdi hann, hvussu stór krøv hesin hevði sett, og roknaði fyri fundinum út, hvussu nógv tað samanlagt hevði kostað landsstýrinum at tikið við samsýningskrøvunum.

? Landsstýrið hevur sett so nógvar og so væl mannaðar arbeiðsbólkar í sambandi við útgreiningararbeiðið um fullveldisætlanina, at stórur partur av serfrøðingunum í Føroyum eru knýttir at hesum útgreiningararbeiði. Hetta í sjálvum sær er álvarsamt. Tað er jú ein royndur lutur, at luttøka í ávísum arbeiði hevur lyndi at knýta fólk í eitt loyalitetsband, sum lættliga kann darva teimum í annars at luttaka í almenna orðaskiftinum. Og tá so stórur partur av serfrøðingunum í landinum hava ampa av at luttaka í almenna orðaskiftinum, er tað sjálvsagt ein minking av dygdini í orðaskiftinum.

? Men tá so harafturat fólk kunnu ivast, hvørt teirra privatu viðurskifti ? sum einki hava við politiska málið at gera ? ikki eru vard fyri almannakunngerð, er demokratiska orðaskiftið so nógv skert, at tað gerst mest sum meiningsleyst.


Greitt tekin

? Eingin ivi er um, at mong hava tulkað hesa hending sum eitt greitt tekin frá landsstýrismanninum: Dittar nakar sær at finnast at einhvørjum, skulu tey ikki kenna seg vís í ikki at verða »hongd út«, um landsstýrismaðurin »hevur okkurt uppá tey«.

? Í hesum tíðum, har so stórar og týðandi avgerðir skulu takast, hevur tað alstóran týdning, at borgarin veit, at rættartrygd hansara er vard, uttan mun til hvørja støðu hann hevur í ymsum málum.

? Løgmaður setir og koyrir landsstýrismenn frá. Tí er tað í evsta enda løgmaður, ið hevur ábyrgdina fyri, at landsstýrismenn halda seg innan fyri tær reglur, ið galda fyri virki teirra, sigur Bergur P. Dam í viðmerkingunum.

Á løgtingsfundi fríggjadagin varð samtykt uttan atkvøðugreisðlu, at fyrispurningurin skal svarast.