Landsstýrismaður hartar Landsverk

- Sum landsstýrismaður við ábyrgd av málsøkinum eri eg ikki nøgdur við, at ein høvuðsferðsluleið er skerd í so langa tíð, sum landsvegurin í Hósvík nú hevur verið, og eg harmist um tann ampa, ið tey ferðandi á hesum vegateini hava havt.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sum nú hevur svarað uppá, hví landsvegurin við Hósvík hevur verið tarnaður við ferðsluljósum síðani í januar.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, spurdi landsstýrismannin um málið, tí ikki hevur verið nógv arbeitt á landsvegnum hetta tíðarskeið.

Kári P. Højgaard upplýsir, at stoypt var 8. februar, og síðani skuldi betongið herða í umleið tríggjar vikur. Men tá steðgaði arbeiðið upp vegna viðvarandi kulda.

- Bíðað hevur verið eftir, at hiti kemur í luftina, so membranurin kann verða lagdur, sigur Kári P. Højgaard.

Sambært landsstýrismanninum verður alt arbeiðið væntandi liðugt fyrst í juni mánað. Væl at merkja, um arbeiði ikki verður tarnað vegna veður ella kulda.

Ferðsluljósini á landsvegnum við Hósvík vórðu sum nevnt sett upp í januar. Og arbeiðið hevur tikið ov langa tíð, ásannar landsstýrismaðurin í svarinum til løgtingsmannin.

- Eg fari tí at taka upp við Landsverk um at bera so í bandi, at slík arbeiði verða gjørd, tá árstíðin hóskar, so tey verða ferðsluni sum minst til ampa frameftir, sigur Kári P. Højgaard.

Mynd: Birgir Waag Høgnesen