13. mars í ár sendi Bjørn Kalsø eina klagu til landsstýrismálanevndin at taka støðu til.
Klagan snúðu seg um landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, og hvørt hann hevði sagt ósatt fyri tinginum ella ikki.
Grundarlagið var, at á ófráboðaðir spurningar vórðu fyri í tingum tann 8. mars. Óluva Klettskað spyr landsstýrismannin um nýskipanaruppskotið og um tað er rætt, sum ein reiðari hevði ført fram, at antitrust reglurnar fóru at hava við sær, at verandi virksemi hjá sær fór at verða niðurlaga av reglunum. Høgni Hoydal segði, at antitrust fór ikki at virka aftureftir og tí fóru øll at varðveita sítt verandi virksemi. Tað fór tó at verða ein avbjóðing tá at vaksa meira, tí um tey vórðu omanfyri antirtrust markið, so kundu tey jú ikki bjóða uppá nýggj rættindir.
Hanus Hansen, reiðari, segði, at hansara virksemi fór at minka í Barentshavinum til dømis, tí hann ikki slapp at bjóða upp á nýggja rættindir. Tí fór hansara partur at minka við tíðini.
Bjørn Kalsø, tingmaður, vildi tí hava landsstýrismálanevndina at kanna um Høgni Hoydal hevði sagt ósatt fyri tinginum.
Nú er landsstýrismálanevndi komin til eina niðurstøðu. Meirlutin í nevndini, Magnus Rasmussen og Annita á Fríðriksmørk, siga, at tá talan er um ein ófráboðaðan spurning, eigur atlit at takast til, at landsstýrismaðurin ikki hevur havt tíð at fyririeka seg. Eisini er talan um eitt torgreitt og fløkjasligt uppskot.
Tó var svarið hjá landsstýrismanninum somikið ógreitt, at tað kundi tulkast ymsar vegir og tað eigur ikki at koma fyri hjá einum landsstýrismanni. Heldur átti hann at verið betur fyri inni í einum lógaruppkoti, at hann kann geva eitt greiðari svar.
Meirlutin metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur sagt ósatt við vilja ella av grovum ósketni. Tí meta tey ikki, at talan er um brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Minnilutin, Jógvan Skorheim, vildi ikki taka eina støðu í málinum, tí eftir hansara sannføring, so hevur landsstýrismálanevndin ikki tær neyðugu heimildirnar fyri at viðgera innkomin mál á fullgóðan og álitisvekjandi hátt. Tí vil hann ikki gera eina niðurstøðu í hesum máli ella í øðrum málum framyvir.