Ein kanningarstjóri er komin til niðurstøður, sum kunnu fella landsstýrismannin við fiskivinnumálum. Sagt verður, at skeiv málsviðgerð og vantandi metingar í Fiskimálaráðnum hava ført til, at landskassin hevur mist pengar, tá lán til Arctic Viking og Høgafoss vórðu løgd um.
Leikluturin hjá Landsstýrismálanevndini er at hava eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, sum lóggávan ásetur. Í hesum førinum bað undanfarna landsstýrismálanevnd løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra at kanna málið, tí tað var so rúgvusmikið.
Nú frágreiðingin, sum telur oman fyri 70 síður, er komin, er leikluturin hjá landsstýrismálanevndini liðugur. Kanningarstjórin vísir beinleiðis til tingið, sum hevur umbiðið frágreiðingina. Um hvørki løgmaður, sum skal hava eftirlit við sínum landsstýrismonnum, ella landsstýrismaðurin sjálvur taka nakrar avleiðingar av málinum, stendur tað til løgtingið at gera støðuna upp.
Um so er, at ein av teimum 32 tingmonnunum tekur stig til, at eitt misálit verður reist móti landsstýrismanninum, so skulu teir atkvøða um málið. Um ongin tekur stigið, hendir onki meira í málinum.