Landsstýriskvinnan vil hava arbeiðsfrið

Løgtingið er farið í summarferiu, men tað merkir ikki, at alt politiskt virksemi er niðurlagt. Í dag møtast nevniliga løgtingsfólk, landsstýrisfólk, embætisfólk og onnur til fundar í Almannaráðnum, har pensjónsbólkurin hevur fund.


Talan er um bólkin, ið skal orða pensjónsnýskipanina, ið er farin aftur til verka eftir, at steðgur hevur verið í arbeiðinum í eini tíð.


Tað er Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ið stendur á odda fyri arbeiðinum.


- Vit hava havt regluligar fundir fyrr í ár, og nú byrja teir aftur eftir ein steðg. Vit arbeiða væntandi fram til í juni, so at eitt uppskot verður klárt til næstu tingsetu.


Tað hevur annars gingið sum slatur í politisku skipanini, at landsstýriskvinnan hevur eitt uppskot klárt, ið verður lagt fyri bólkinum í dag. Spurd beinleiðis, um eitt uppskot er klárt at leggja fyri bólkinum, vil landsstýriskvinna helst sleppa undan at svara.


-Jú, tað kann man gott siga. Vit eru í eini tilgongd, men eg vil ikki siga ov nógv, tí bólkurin má fáa arbeiðsfrið.
Fundurin í pensjónsbólkinum byrjar klokkan 13 í dag.