Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, spyr nú landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, hví hon hevur afturhildið uppýsingar fyri fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Orsøkin er eitt bræv frá frá danska ráðharranum fyri vinnu og vøkstur, sum varð sent landsstýriskvinnuni í september mánaði, men sum fíggjarnevndin hjá løgtinginum ikki fekk fyrr enn tríggjar vikur seinni, tá ið Bárður á Steig Nielsen spurdi eftir upplýsingum í málinum.
- Tá málið um endurstovnan av landsbankanum og einum váðaráði var til viðgerðar í fíggjarnevndini, bað minnilutin um eina útgreining av møguligum viðmerkingum frá danska myndugleikanum á fíggjarøkinum.
- Nú er komið undan kavi, at myndugleikin á fíggjarøkinum hevur sent landsstýrinum eitt skriv tann 23. september 2016, har hann skrivar, at samsvar ikki er í ábyrgdarbýtinum millum Føroyar og Danmark á fíggjarøkinum, ið hevur avgerandi týdning fyri fíggjargeiran, uppsparingina hjá hvørjum einstøkum føroyingi og alt føroyska samfelagið. Hetta er ikki sent fíggjarnevndini fyrrenn 14. oktober, eftir at undirritaði spurdi um nakað skriv var komið. Tað merkir, at týðandi upplýsingar eru fjaldir fyri Løgtinginum, heldur Bárður á Steig Nielsen í viðmerkingunum til fyrispurning til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.
- Álitið í málinum er lagt fram 29. september 2016, tað vil siga útvið eina viku eftir, at landsstýrið hevur móttikið brævið, ið landsstýriskvinnan av ókendari orsøk ikki hevur viljað latið fíggjarnevndini ella kunnað fíggjarnevndina um, hóast málið framvegis var til viðgerðar í nevndini, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.