– Eg harmist almikið um støðuna.
Tað sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, nú Sernám hevur gjørt av at gevast við ráðgeviningini í sambandi við Karlstad-arbeiðsháttin.
Hon sipar til, at stutt fyri páskir frættist, at foreldur at børnum við serligum tørvi, ið hava nýtt Karlstad-arbeiðsháttin, hava fingu boð frá Sernámi um, at hetta tilboðið nú fer at halda uppat.
– Eg veit, at hetta hevur skapt bæði órógv og ampa hjá foreldrum og avvarðandi, tí hesin arbeiðshátturin hevur givið góð úrslit hjá fleiri, og er eitt viðurkendur arbeiðsháttur, sum verður nýtt í fleiri londum, sigur Hanna Jensen í eini fráboðan í dag.
Roynd starvsfólk á hesum serøkið, og avvarðandi, hava givið arbeiðsháttinum bestu skoðsmál, tí hann vísir seg hjálpa fleiri av teimum børnum við málsligum trupulleikum, sigur Hanna Jensen.
Landsstýriskvinnan vísir á, at føroyskt tilfar er gjørt á økinum, og samstundis hevur Javni, sum eisini hevur átalað framferðarháttin hjá Sernámi, skipað fyri stórari ráðstevnu í Føroyum um Karlstad-arbeiðsháttin.
– Sum landsstýriskvinna, ið varðar av sernámsfrøðiliga økinum, harmist eg almikið um støðuna. Eg veit, at hesi foreldrini dagliga hava nógv at stríðast við, og tað síðsta, tey hava tørv á, er órógv í ráðgevingini og skipanunum, sigur Hanna Jensen.
Tí hevur hon biðið stjóran á Sernámi um eina frágreiðing. Í hesum sambandi skal stjórin greiða frá, hví tey gevast við hesi ráðgevingini, og hvat ið tey, sum hava fingið hesa ráðgevingina, nú fáa í staðin,
– Hartil havi eg biðið stjóran á Sernámi greiða frá um avgerðin er fakliga grundað, ella um hon byggir á onnur viðurskifti, sigur Hanna Jensen.
Landsstýriskvinnan sigur, at tá ið hon hevur fingið frágreiðingina frá stjóranum, fer hon at viðgera tað, og so fer hon at taka eina støðu í málinum.