Almannaøkið
Eilen Anthoniusssen
eilen@sosialurin.fo
Fundur var í gjár millum landsstýriskvinnuna í almannamálum, Rósu Samuelsen, Javna og tey avvarðandi av búfólkunum í Pætursgøtu 3, um sparingar, ið tvinga niðurlegging av sambýlinum í Pætursgøtu. Javni og tey avvarðandi hava lovað landsstýriskvinnuni arbeiðsfrið til týsdagin, tá meir verður at frætta um málið.
“Tey avvarðandi og Javni fingu høvi at lýsa støðuna úr teirra sjónarhorni. Dentur var m.a. lagdur á, at tann umrøddi bólkurin er sera viðbrekin fyri broytingum, og at øll sambýli eru heim teirra, sum búgva har - og ongin eigur við kravboðum at kunna taka heimið frá fólki og flyta tey aðrastaðni. Tað hoyrir ikki heima í okkara tíð - í okkara parti av heiminum”, og “Ongin ivi skal vera um, at Javni staðiliga mótmælir teimum spariætlanum, sum eru á brekøkinum”, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Javna.