Landsstýrisformaðurin í Grønlandi kemur til Føroya

Hann kemur í morgin og fer heim aftur leygardagin

Í morgin kemur grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, til Føroyar at vitja. Løgmansskrivstovan sigur, at talan er um eina arbeiðsvitjan, har Bárður á Steig Nilsen, løgmaður er vertur.

Seinnapartin í morgin fer landsstýrisformaðurin at kunna seg um viðurskiftini hjá Vága floghavn og Atlantsflogi.

Síðan verður farið til Havnar, har løgmaður og landsstýrisformaðurin hava fund í Tinganesi. Og á tí fundinum fara partarnir fara at viðgera samstarv landanna millum og felags áhugamál.

Fríggjadagin verður vitjað á brennistøðini á Hjalla og hjá Vónini. Leygardagin vitjar grønlendski stjórnarleiðarin Oilwind, og grønlendska fylgið fer av landinum aftur leygardagin seinnapart.

– Vitjanin hjá Kim Kielsen er eitt gott høvi hjá Føroyum og Grønlandi at styrkja sambandið og at menna samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum, sigur løgmaður.

Hann sigur, at Føroyar og Grønland hava søgulig bond, og fleiri viðkomandi mál at umrøða. Heimurin er broyttur nógv seinnu árini, har fleiri lond hava áhuga í okkara parti av heiminum. Góð viðurskifti landanna millum hevur tí stóran týdning, sigur Bárður á Steig Nielsen.