Mikudagin var serblað um bilar í Sosialinum, og í hesum sambandi settu vit nýggju landsstýrisfólkunum nakrar spurningar. Í fyrsta lagi spurdu vit, hvønn bil tey koyra í, um aldur á bili og um brennievni.
Í øðrum lagi spurdu vit, um tey hugsa um at skifta til el-bil ella hybrid-bil, tá bilurin verður skiftur út, og vit spurdu eisini, um tey halda, at el-bilar er eitt alternativ til bensin/ diesel.
Í fjórða og seinasta lagi spurdu vit, um tey hava gjørt sær nakrar tankar um, nær allir føroyskir persónbilar kunnu væntast at koyra upp á alternativa orku.
Einki av landsstýrisfólkunum, sum svaraði spurningunum, koyrir el-bil, tó at onkur nýliga hevur skift bilin út. Onkur heldur, at nóg stór vissa enn ikki er fyri, at el-bilarnir eru vorðnir nóg rakstrardyggir og álítandi til tað, sum bilurin skal brúkast til.
Hinvegin vænta nøkur av landsstýrisfólkum, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær bensin-og dieselbilarnir eru burtur av vegunum - og onkur heldur, at hetta fer at koma av sær sjálvum, tá tíðin er komin til tað.
Ella, sum eitt av landsstýrisfólkunum, ið nýliga hevur keypt sær nýggjan bil, tók til:
- Eg kenni meg vísan í, at mín næsti bilur verður hvørki bensin ella diesel.
In.fo fer, sum kvøldið gongur, at leggja svarini hjá nýggju landsstýrisfólkunum út. Her eru øll landsstýrisfólkini við uttan Jørgen Niclasen, sum ikki svaraði spurningunum.