Landsstýrisbólkur viðgera kommunala umskipan

Løgmaður sett politiskan arbeiðsbólk at viðgera kommunala umskipan.

Løgmaður hevur sett ein politiskan arbeiðsbólk viðgera álitið hjá kommunalu umskipanarnevndini, »Kommunur, eindir og uppgávur 2009«.

Bólkurin skal m.a. áseta talið á kommunalum eindum, hvørji ábyrgdarøki skulu leggjast út til kommunurnar og nær næsta kommunalval verður. Málið er at leggja endaligt uppskot til kommunala umskipan fyri Løgtingið í vár.

Ætlanin er somuleiðis, at kommunala umskipanin skal til aðalorðaskifti í Løgtinginum í næstum.

Í politiska arbeiðsbólkinum eru Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum og Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.