Helgi Abrahamsen
Ikki kann sigast annað enn, at svarini sum uttanlandsnevndin fekk frá landsstýrismonnum í vikuni eru ein vannvirðing av bæði Føroya Løgtingi og Føroya fólki.
Endamálið við arbeiðinum í uttanlandsnevndin er millum annað at veita Løgtinginum tilmæli í øllum uttanríkismálum. Men fyri at kunna gera hetta er neyðugt, at nevndin fær allar upplýsingar um málini, sum eru til viðgerðar.
Ikki mítt borð
Tá landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum av nevndini varð spurdur, hvussu landsstýrið hevði roknað seg fram til, at 95 mió. krónur av blokkstuðlinum fara til almanna forsorgina, so svaraði hann heilt einfalt, at tað var ikki hansara stýri, men Løgmansskrivstovan sum hevði gjørt útrokningarnar.
Spurningurin er so, um hetta svarið skal skiljast soleiðis, at landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd á økinum, ikki hevur ánilsi av, hvussu hetta hongur saman?
Tá sami landsstýrismaður varð spurdur, hvussu fólk fara at merkja yvirtøkurnar, so svaraði hann, at mett verður ikki, at Føroya fólk kemur at merkja yvirtøkurnar.
Um hann ikki veit, hvussu roknistykkið hongur saman, hvussu kann hann tá vita, at fólk ikki kemur at merkja avleiðingarnar?
Heldur einki um skúlamál
Tá landsstýrismaðurin í skúlamálum varð spurdur, hvussu landsstýrið hevði roknað seg fram til, at 261 mió. krónur av blokkstuðlinum fara til skúlamál, svaraði hann, at Mentamálastýrið ikki hevur verið við í útrokningini, og at hann tí tíverri ikki kundi svara spurninginum.
261 mió. krónur eru nógvir pengar, og landsstýrismaðurin sum hevur ábyrgdina av málsøkinum má vita nakað um, hvussu hetta talið er framkomið.
Um skottið ímillum stýrini er so vatntætt, at tað ikki kann tosast ímillum, hvussu ber tað tá til, at Løgmansskrivstovan hevur roknað hvat almanna- og heilsumál kosta, meðan Fíggjarmálastýrið hevur roknað hvat skúlamálini kosta?
Politiskt ynski
Landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum verður síðani spurdur, hví barnaforsorgin ikki er við í yvirtøkunum. Svar hansara er soljóðandi: »Tað er eitt politiskt ynski, at so skal verða«.
Hvat er hetta fyri svar? Spurningurin er ikki um tað er eitt politiskt ynski, men heldur hví landsstýrið hevur valt, ikki at yvirtaka barnaforsorgina. ? Men her fekst einki svar. Føroya fólk má einki fáa at vita.
Fíggjarmálastýrið vil heldur einki siga
Undir fyrstu viðgerð av yvirtøkulógini segði Høgni Hoydal, at danska stjórnin hevur gjørt greitt, at so leingi sum endamálið hjá landsstýrinum er fullveldi, so kann skiftistíðin gerast 4 ár, og at hetta mugu vit fyrireika okkum til.
Víðari segði hann: »Jóannes Eidesgaard sigur, at tað hevur mann ikki nakrar útrokningar av. Jú tað hevur mann, og tað hevur mann eisini havt til viðgerðar í uttanlandsnevndini, tá uppskotið til sjálvstýri Føroya fólks var til viðgerðar.«
Ikki tey røttu tølini
Rætt er, at uttanlandsnevndin fekk onkra sokallaða »Kravsgreining« (onkur kallar tað rokniark), men tey tølini bygdu á ta fortreyt, at vit skuldu fáa blokkstuðul úr Danmark fram til 2012.
Tí bað uttanlandsnevndin nú Fíggjarmálastýrið um eina kravsgreining, sum byggir á eina skiftistíð yvir 4 ár. Men svarið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er: »Landsstýrið arbeiðir ikki við eini skiftistíð uppá 4 ár.«
Hvat vil landsstýrið?
Landsstýrismaðurin við sjálvsstýrismálum sigur, at vit mugu fyrireika okkum til 4 ára skiftistíð, meðan landsstýrismaðurin við fíggjarmálum siktar framvegis eftir 2012. Báðir umboða teir sama flokk í landsstýrinum.
Føroya Løgting og Føroya fólk fáa einki at vita, og hetta kann ikki góðtakast, tí tað verður vanligi føroyingurin, sum í seinasta enda skal gjalda gyldið.