– Samansjóðingini seinastu dagarnar er við til at tryggja eina góða byrjan og eitt gott stev í landsstýrisarbeiðinum. Eisini hava vit gjørt av, hvussu vit vilja skipa landsstýrisarbeiðið komandi tíðina, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Umframt at seta ferð á høvuðsmálini hetta samgonguskeiðið, hevur landsstýrið viðgjørt tey mest átrokandi málini. Millum tey teljast fíggjarlógin fyri 2020 og eykajáttanin fyri 2019. Eykajáttanin er avgreidd og verður borin í Løgtingið í dag.