Í morgin kemur umboðsnevndin hjá Meginfelag Útróðrarmanna saman i Havn at røða um spentu støðuna, nú løgtingið fer undir at viðgera fiskidagarnar fyri komandi fiskiár - Politisku ætlaninar eru ótolandi fyri fiskivinnuna.
So avgjørdur er formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Auðunn Konráðsson, sum hevur kallað umboðsnevndina í MÚ til fundar í Havn at viðgera spentu støðuna.
- Vit fara at umrøða, hvat gerast kann, og møguliga fara vit at seta tiltøk í verk, sigur formaðurin, sum heldur, at útróðrarfeløgini ikki kunnu sita hendur í favn, nú politiski ágangurin móti teirra lívsgrundarlagi er so stórur.
Hann sigur, at nú løgtingið týsdagin fer at umrøða fiskidagar fyri komandi fiskiár, bendir alt á, at grundarlagið fer at verða tikið undan allari fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi.
- Tilmælið hjá landsstýrismanninum og tey signal, sum eru komin út um ætlaninar hjá samgonguni á fiskivinnuøkinum annars, eru ein katastrofa fyri alla fiskivinnuna.
Við Norðlýsið í kvøld sigur Auðunn Konráðsson, at verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt, kemur tað at merkja, at 90% av flotanum fer á húsagang.
- Veruleikin er, at bátar, sum í dag eru í vinnu, eru noyddir at keypa dagar, og um teir nú verða skornir niður í eina helvt í fiskidøgum, verður grundarlagið tikið undan allari vinnuni. Aftrat hesum arbeiðir samgongan við at avtaka sjómannafrádráttin og minstulønina.
Í samrøðu við Norðlýsið í kvøld heldur formaðurin í MÚ ongan iva vera um, at ætlanin hjá landsstýrinum er at útrudda alla fiskivinnuna, sum hann tekur til.