? Høvuðsstrategiin bæði á tí búskaparliga økinum og í sambandi við at yvirtaka er júst leisturin, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram sigur formaður Javnaðarfloksins
Veljarakanning og framtíÐin
Jan Müller
Úrslitið av veljarakanningini, sum varð kunngjørd herfyri, vísir, at stórur meiriluti av veljarunum vil hava eina alla aðra stig fyri stig loysn í fullveldismálinum. Hetta kemur eisini í kjalarvørrinum á tí semju, sum samgonguflokkarnir hava gjørt í sama máli og har teir hava broytt kós.
Hvat heldur formaður Javnaðarfloksins um hesa broyttu kós, og hvat hugsar hann, tá hann hoyrir Helenu Dam á Neystabø føra fram í útvarpinum, at fullveldið liggur langt frammi í tíðini, og tað er stig fyri stig politikkur, sum nú fer at verða rikin ? ikki ólíkur tí, sum Javnaðarflokkurin hevur gingið inn fyri!
? Tá situr tú við eitt sindur beiskum smakki í munninum. Tú situr sjálvur og føðir nakrar ideeir, sum so aðrir strúka avstað við og entá taka tað til sín sum sítt egna.
Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at flokkurin rættiliga tíðliga í allari sjálvstýristilgongdini sá, hvat kundi henda, nevniliga, at vit kundu koma at enda í eini støðu, har Javnaðarflokkurin profelerar sítt egna uppskot, sum so aðrir fara avstað við, og sum tá entá krevja, at Javnaðarflokkurin skal taka undir, tí tað nú stórt sæð er teirra uppskot, sum man arbeiðir eftir. Hetta heldur hann vera eina ótrúliga løgna støðu at vera komin í og ikki serliga hugaliga heldur.
? Men vil Javnaðarflokkurin koma inn aftur í hitan og møguliga fáa eitt samstarv við t.d. Sjálvstýrisflokkin eftir komandi val, er hann so ikki noyddur til nú at melda út, at hann vil stuðla landsstýrinum í tí komandi gongdini?
? Tað skuldi verið óneyðugt at sagt. Tað er tann gongdin vit alla tíðina hava víst á. Men tað, sum er løgið, er, at vit hava eina samanseting, har ein flokkur, sum hevur sett øll segl inn uppá, at fullveldið skuldi gerast veruleiki í hesum valskeiðnum, bráddliga hálsar um og verður ein desideraður heimastýrisflokkur. Tað, sum hendir, er jú eitt hamskifti. Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin havi eg alla tíðina havt mistonktar fyri, at teir kundu gott taka undir við okkara uppskoti í tí stóra og tí heila. Men eg havi ongantíð ímyndað mær, at Tjóðveldisflokkurin kundi fara at svølgja nakað av tí, sum vit hava lagt fram.
Jóannes Eidesgaard heldur tí, at vit eru vitni til eitt politiskt hamskifti í føroyskum politikki, har Tjóðveldisflokkurin frá at vera ein desideraður loysingarflokkur knappliga blívur til ein heimastýrisflokk, sum entá kann liva við einum stig fyri stig politikki, har man í dag yvirtekur nakað, og so sær man, hvussu tað gongur, og so yvirttekur man næsta ár kanska okkurt annað osfr.
Bert ein leistur
? Hvussu tulkar tú tað, at flokkurin fær framgongd, hóast hann fremur hesa broyting?
? Tað má hava hepnast flokkinum at sannføra sínar veljarar um, at tað er eingin leið, sum eitur fullveldi uttan eftir hesum nýggja leistinum, tí so skuldi sum eisini Jóannes Hansen sigur, onkur fylking havt uppstaðið, sum veruliga trýr uppá, at tjóðveldið skal bera til. Tilboðið um loysingina her og nú tvs. eftir fýra árum liggur framvegis á borðinum, men helst eru allir føroyingar samdir um, at tí tað tekur man ikki av. Eitt fullveldi uppá fýra ára skiftistíð kann gerast veruleiki tann dagin føroyingar siga, at vit taka av.
Um nú Javnaðarflokkurin ætlar sær at nærkast bæði Sjálvstýrisflokkinum og Fólkaflokkinum fyri at koma uppí eitt komandi landsstýri við teimum, er tað so ikki ein trupulleiki, at Helena Dam á Neystabø og Óli Breckmann bæði á pensións- og eftirlønarøkinum ganga beint ímóti tí, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri?
? Tað er klárt. Vit í Javnaðarflokkinum standa fyri nøkrum, sum vit so avgjørt ikki selja út uppá ella kunnu ganga uppá kompromi við. Har er pensionsspurningurin ómetaliga týdningarmikil. Og heldur ikki á búskaparliga økinum kunnu vit heldur ikki selja út bara fyri at sleppa í samgongu. Tú noyðist at hava tína valskrá nøkunlunda intakta. Harafturímóti síggja vit nú, at tað er onkur flokkur, sum hevur selt sína sál fyri bara at verða verandi í eini samgongu.
? Men kann Javnaðarflokkurin so ikki eisini verða noyddur til at slúka kamelar, um tit t.d. skulu samabreiða við Sjálvstýrisflokk og Fólkaflokk um pensión og eftirløn?
? Nú er politikkur at kunna gera loysnir, sjálvt um man í útgangstøðinum ikki er samdur. Men hevði Javnaðarflokkurin verið við í samgongu, so hevði ein pensiónsskipan ikki sæð soleiðis út sum tann, ið Karsten Hansen nú leggur fram. Tá hevði tú havt okkurt meira solidariskt við. Um hon ikki varð fullfíggjað sum tú hevði ynskt, so hevði hon kortini havt eitt grundleggjandi samhaldsfesti í sær.
Rakt seymin á høvdið
Hvat ríkisrættarliga spurninginum viðvíkur so heldur Jóannes Eidesgaard ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin framum aðrar flokkar hevur rakt seymin á høvdið. ? Vit hava sligið tann tónan ann í øllum hesum spurninginum, sum flestu føroyingar halda vera skilagóðan. Tað er eitt so stórt pluss, at tað áttu vit at fingið tøkk fyri til valið. Men tá vit so koma til allar aðrar spurningar, sum í hesum valskeiðnum hava verið niðurtryktir av fullveldismálinum, so er tað greitt, at man noyðist fram til valdagin, og serliga tá tú situr í andstøðu, at fara út sum um tú einsamallur kann orna tingini. Tú mást geva veljarunum ein tjans til at síggja, um flokkurin slapp til valdið einsamallur, so hevði hann loyst málini so og so. Tað haldi eg eisini er tað mest ærliga at gera eisini yvirfyri hinum flokkunum, tí fara vit til samráðingar við teir, so vita vit, hvat teirra mótspæl verður. Kunnu vit so liva við tí, og kunnu fáa nakað skilagott burtur úr saman við teimum, so er ein møguleiki. Eg velji at síggja hetta postivt. Eg dugi ikki at síggja, at Javnaðarflokkurin skal verða avhektaður í føroyskum politikki fyri tað, at vit sita í andstøðu í hesum valskeiðnum.
? Men er tað ikki munur á, at tit vilja hava eina nýggja lóg ístaðin fyri Heimastýrislógina, meðan landsstýrið nú fyrst heilt vil tøma Heimastýrislógina fyri síðani at fara eftir fullveldinum?
? Tá Helena Dam á Neystabø og Anfinn Kallsberg hava sitið og lagt ætlaninar um nýggju kósina, so hava tey sjálvandi roynt at lagt tað til rættis soleiðis, at tey ikki í ov stóran mun verða identifiserað við Javnaðarflokkin. So tey hava sjálvandi gjørt konstruktiónir við vilja, sum einki hava við Sjálvstýrislóg osfr. at gera. Men høvuðsstrategiin bæði á tí búskaparliga økinum og í sambandi við at yvirtaka er júst leisturin, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram.