Hans Pauli Strøm, javnaðarmaður
--------
Í dag hevur løgtingið samtykt uppskotið hjá landsstýrinum, um at “fólkapensjónin” verður javnað við 0,85%. Hetta skal eitast at verða ein javning á sama støði sum fakfeløgini fingu við sáttmálasamráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Ótrúligt og skammleyst, at landsstýrið heldur tað vera so lætt at snýta fólkapensjonistar. Tí veruleikin er, at fólkapensjónin verður ikki javnað við 0,85% men væl minni enn helvtini av hesum:
• Hjá støkum verður fólkapensjónin einans javnað við 27,11 kr. um mánaðin, svarandi til 0,37%
• Hjá giftum verður fólkapensjónin einans javnað við 20,98 kr. um mánaðin, svarandi til 0,36%
Tað er nevnliga ikki rætt men grov villeiðing at pástanda, at “fólkapensjónin” verður javnað við 0,85%. Tað er bara viðbótin, ið er tann minni parturin av fólkapensjónini, sum verður javnað við 0,85%, meðan grundupphæddin, ið er tann størri parturin av fólkapensjónini, framvegis er fryst við 0% javning.
Og tí verður samlaða javningin av fólkapensjónini ikki 0,85% men einans 0,37% hjá støkum og 0,36% hjá giftum. Hetta gongur fram av talvuni niðanfyri.
Javning av fólkapensjón fyri 2012 og 2013
Stakur fólkapensjonistur 2012 Javning landsstýrið
Grundupphædd 4.169 0,00% 4.169
Viðbót 3.189 0,85% 3.216
Tilsamans: 7.358 7.385
Verulig javning kr./mán. 27,11 kr.
Svarar til javning í % 0,37 %
Giftur fólkapensjonistur
Grundupphædd 3.313 0,00% 3.313
Viðbót 2.468 0,85% 2.489
Tilsamans: 5.781 5.802
Verulig javning í kr./mán. 20,98 kr.
Svarar til javning í % 0,36 %
Kann samanberast við prístalsvøkstur í 2012 2,31 %
2012 er lýst at vera eldraár. Landsstýrið fagnaði eldraárinum við, at als ongin javning var í 2012. Ístaðin er gjørt av, at fólkapensjonistarnir í 2013 mánaðarliga skulu fáa eina 20-krónu gott og væl goldna afturút fyri 2012, saman við somu stórslignu upphædd fyri 2013. So nýggjársgávan frá landsstýrinum verður, at fólkapensjonistarnir í komandi ári fara at fáa eina hækking upp á 2 x 27,11 kr. um mánaðin fyri stakar og 2 x 20,98 kr. um mánaðin fyri giftar.
So stór er virðingin hjá landsstýrinum fyri fólkapensjonistunum í Føroyum. Sama landsstýrið hjá Sambandinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrinum, sum hevur tikið sær ráð til at gjalda ríkfólkunum í Føroyum skattalættar upp á 4-5-6-7.000 kr – um mánaðin - bæði í 2012 og í 2013 og so longi tey sita við ræði.