Landsstýrið slept øllum eftirliti við Vágatunlinum

?Nýggi Landsverkfrøðingurin er komin í nevndina fyri P/F Vágatunnilin, samstundis sum hann skal hava eftirlit við arbeiðnum. Sostatt skal hann nú hava eftirlit við sær sjálvum

Tað hevur vakt ans, bæði í byggivinnuni og hjá politikarum, at nýggi Landsverkfrøðingurin, Oyvindur Brimnes, er komin í nevndina fyri P/F Vágatunnilin.

Tí samstundis stendur í lógini fyri Vágatunnilin, at tað er Landsverkfrøðingurin, sum skal hava eftirlitið við arbeiðnum vegna Føroya Landsstýrið og Føroya Løgting.

Tí eru tað mong, sum halda, at Landsverkfrøðingurin átti at hildið seg langt vekk frá einum nevndarsessi í P/F Vágatunlinum.

Men nú, hann er komin í nevndina, fær hann at fáa álvarsligar gegnistrupulleikar, tí nú er hann komin sær sjálvum í eina støðu, har hann í veruleikanum skal hava eftirlit við sær sjálvum.

Hetta eru tað bæði fólk í byggivinnuni og politikarar, sum halda er ikki serliga álitisvekjandi.


Fyrispurningur í tinginum

Ein av teimum politikarum, sum var harðast ímóti at stovna eitt partafelag at gera undirsjóvartunnilin, var Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum.

Hann sigur, at tað, sum nú er hent, hevur bara sannført hann um, at hann var á rættari leið.

? Nú er sjálvur Landsverkfrøðingurin komin í nevndina. Men samstundis skal hann, sum almennur myndugleiki, hava eftirlitið við arbeiðnum fyri Landsstýrið og løgting.

? Og tað sigur seg sjálvt, at einum slíkum eftirliti kann ongin hava álit á, sigur Heini O. Heinesen.

Hann heldur eisini, at hetta kann koma at skapa stórar trupulleikar innanhýsis á Landsverkfrøðingsstovninum, tí hann ivast í, hvussu tað fer at bera til hjá fólkinum har, at hava eftirlitið við einum arbeiði, sum teirra egni stjóri er blivin ein so týðandi partur í, sum talan er um í hesum føri.

Og við at lata seg velja í nevndina, hevur Landsverkfrøðingurin ikki bara skapt sær sjálvan ein gegnistrupulleika. Hann hevur givið øllum stovninum ein gegnistrupulleika, tí veruleikin er, við hesum hevur hann ?likviderað? sítt egna eftirlit.

Hann sigur, at Landsverkfrøðingurin var ikki í nevndini áður, so tað er púra burturvið, at velja hann í nevndina nú.

?Eftirlitið við einum slíkum arbeiði er ikki ein samráðingarspurningur, og tí er tað ein avgerandi fortreyt fyri eftirliti, at tað er vatntætt skott ímillum eftirlitið og tann, sum skal standa fyri arbeiðnum.

Hann sigur, at hann metir málið so mikið álvarsligt, at hann umhugsar at reisa ein skrivligan fyrispurning til Finnboga Arge, landsstýrismann um hetta, tá ið løgtingið kemur saman aftur.;ar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.

- Men grundgranskingini kunnu vit heldur ikki sleppa, heldur Guðrið.

- Gransking er ein altjóða uppgáva. Skalt tú fáa fatur á tí, hini hava, mást tú sjálvur lata nakað, sigur Óluva, sum sjálv er við í einari norðurlendskari verkætlan:

-Tey høvdu ikki tímað at havt meg við, um eg ikki kundi lata eitt einasta úrslit og ongan granskingarførleika hevði. Tí mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr.

Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum. Tey fevna um alt frá heilsufrøðiligari matvørutrygd, um hjáframleiðslu av fiskarestum til aling av nýggjum fiskasløgum og mangt, mangt annað. Og tað er helst eingin orsøk at óttast, at granskararnir gerast arbeiðsleysir í nærmastu framtíð. Sitandi landsstýri hevur sagt seg vilja satsa uppá hetta øki, sum granskingarmálaráðharrin Høgni Hoydal í útvarpinum nevndi »okkara mest afturútsiglda øki«.

Fimm milliónir eyka eru settar av á ársins fíggjarlóg til praktiskar fiskivinnuroyndir. Hetta kemur afturat átta milliónum, sum árliga verða settar av til fiskivinnuroyndir. Hesir pengar verða býttir í millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna.