Sosialurin skrivar leygardagin 21. januar 1989 at nýggja fýraflokka landsstýrið varð valt mikudagin.
Jógvan Sundstein í Fólkaflokkinum verður løgmaður og skal umsita stýrisskipanarmál og uttanríkismál. Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum skal umsita fiskivinnumál, aling og havbúnað.
Signar Hansen og Finnbogi Isaksen eru landsstýrismenn fyri Tjóðveldisflokkin. Signar er valdur til varaløgmann. Finnbogi skal umsita fíggjar- og búskaparmál, útvarp og sjónvarp. Tjóðveldisflokkurin skal eisini umsita t.d. skúlamál, ferðavinnumál, orkumál, lógarmál, arbeiðara- og handilsmál.
Karl Heri Joensen úr Sjálvsstýrisflokkinum skal m.a. umsita strandferðsluna, vega- og havnamál, loftferðslu, menatanarmál, kirkjumál og postmál,
Tordur Niclasen úr Kristiliga Fólkaflokkinum skal m.a. umsita heilsumál og almannamál.