Tað var ikki óvanligt í tíðia hjá Bjørn á Heygum, sum tingmaður og formaður í rættarnevndini, at landsstýrismenn høvdu hug at leggja seg út í hvør skuldi manna nevndir, fáa formanssess o.s.fr..
Eftir tí sum Hans Pauli Strøm segði um arbeiðið í rættarnevndini við grundlógaruppskotinum, kennir hann okkurt aftur.
Bjørn á Heygum sigur um arbeiðið í rættarnevndini í hansara tíð, at landsstýrismenn vóru innkallaðir til fundar, har tað var neyðugt at fáa okkurt mál lýst, og vóru eisini spurdir, um teir høvdu viðmerkingar, áðrenn álitið varð skrivað.
Løgtingið hevur myndugleikan
? Eg kenni einki til hendingarnar í rættarnevndini í vikuni, og tí kann eg einki siga um tað.
? Tó stendur fast, at eingin landsstýrismaður hevur myndugleika at siga, hvat rættarnevndarlimir skulu halda og gera.
? Nevndin er suveren, og eingin kann áleggja nevndini nakað.
Vattætt skodd er millum Løgtingið og Landsstýrið, men tað er meira enn so hent, at landsstýrismenn hava lagt seg út í mál, sum tingið hevur avgerðarrætt í, sigur Bjørn á Heygum.
Hetta er mál, sum bert tingið kann taka støðu til, og har hava landsstýrimenn als einki at gera.
?Trupulleikin er, at landsstýrisfólkini hava ikki skilt andan í stýrisskipanarlógini, við greiðum skylna millum lógevandi og útinnandi valdið.
? Tey leggja seg út í mál sum hoyra undir tingarbeiðið, men tað hava teir ikki myndugleika til, sigur Bjørn á Heygum.









