Landsstýrið samanber perur við bananir

Hóast landsstýrið nærum dagliga sendir fráboðanir út um positivu gongdina í skatta- og avgjaldsinntøkum landskassans, so er veruleikin ein annar.
Hetta staðfestir Aksel V. Johannesen, formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum nú krevur at fáa røttu tølini fyri, hvørja ávirkan flatskatturin hevur havt á inntøkur landskassans.

Formaðurin greiðir frá, at tá ið landsstýrið fer so lætt um sannleikan, er neyðugt, at almenningurin fær røttu upplýsingarnar.
Veruleikin er tann, at vanligu inntøkur landskassans eru munandi lægri higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í 2011. Tá landsstýrið samanber inntøkurnar frá 2012 við 2011, verða skatting av pensjónum – bæði við inngjaldi og útgjaldi – tiknar við í uppgerðina fyri 2012. Men í 2011 fekk landskassin bara skattiinntøkur frá pensjónsútgjaldi. Skulu vit síggja beinleiðis hvørja ávirkan flatskatturin hevur havt á inntøkur landskassans, so mugu tølini, ið verða brúkt vera samanberilig. Tað, sum landsstýrið tilvitað ger fyri at villeiða almenningin, svarar til at samanbera perur við bananir, sigur Aksel V. Johannesen.

Harumframt vísir hann á, at skattainntøkur frá pensjónsinngjøldum eru ikki nýggjar inntøkur, men einans framskundan av inntøkum, sum verða futtaðar av í einum glantrileiki her og nú, og sum vanligi føroyingurin kemur at svíða fyri um fá ár.
So eitt er, at landsstýrið spælir hasard við okkara vælferðarsamfelag. Men ikki nokk við tí, so royna tey eisini bluffa við villeiðandi upplýsingum – ofta sendir út á náttartíð – um hvørjar avleiðingar flatskatturin hevur havt á landskassan, sigur Aksel V. Johannesen, sum tí hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum eina røð av §52a fyrispurningum hesum viðvíkjandi.

--

Soljóðandi fyrispurningar eru settir Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um, hvørja ávirkan flatskatturin hevur havt á landskassan, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvørjar vóru inntøkur landskassans fyrstu sjey mánaðirnar av 2011 frá vanligum landsskatti, meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum?

2. Hvat metti Fíggjarmálaráðið vanliga landskattin, meirvirðisgjaldið, tollin og onnur avgjøld til í fíggjarkørmunum fyri 2012, sum Løgtingið samtykti á vári 2011?

3. Hvørjar vóru inntøkur landskassans fyrstu sjey mánaðirnar av 2012 av vanligum landsskatti, meirvirðsgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum, tá sæð verður burtur frá skattinum av pensjónsinngjøldum?

4. Hvussu stór er hækkingin/lækkingin (í krónum og prosentum) av vanligum landsskatti, meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum fyrstu sjey mánaðirnar av 2012 samanborið við somu mánaðar í 2011, tá sæð verður burtur frá skattinum av pensjónsinngjøldunum?

5. Hvussu stór er hækkingin/lækkingin (í krónum og prosentum) av vanligum landsskatti, meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum í mun til metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum í fíggjarkørmunum fyri 2012, tá sæð verður burtur frá skattinum av pensjónsinngjøldum?

Viðmerkingar:
Flatskattaskipanin hevur nú virkað í gott og væl eitt hálvt ár. Sambært ávísum fjølmiðlum og umboðum úr samgonguni, so hevur flatskatturin havt eina positiva ávirkan á landskassin.

Skal borgarin fáa røttu myndina av, hvørja ávirkan flatskattaskipanin hevur havt á landskassan, so er av tvinnum orsøkum neyðugt at síggja burtur frá inntøkunum frá skatting av pensjónsum við inngjaldi.

Í fyrra lagi, tí pensjónir ikki vórðu skattaðar við inngjaldi í 2011, men einans við útgjaldi. Í 2012 verða pensjónir skattaðar bæði við inngjaldi og útgjaldi. Skal borgarin fáa ta røttu myndina av, hvørja ávirkan flatskatturin hevur havt á landskassan, so má Fíggjarmálaráðið borðreiða almenninginum við tølum, ið til ber at samanbera.

Í øðrum lagi, tí at sambært Búskaparráðnum, so styrkir broytingin av pensjónskattingini ikki um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum uppá sikt. Her verður víst til síðu 20 í seinastu búskaparfrágreiðingini frá búskaparráðnum:

”Broytingin í skattastiganum varð ikki fíggjað við at hækka aðrar inntøkur í almenna geiranum. Skattainntøkur eru fluttar úr framtíðini. Hesar skattainntøkur minka, sum frá líður, tá íð landskassin bara fær skattin frá inngjøldum til eftirlønir. Skattainntøkurnar hjá kommununum minka eisini, sum frá líður, tá ið tær ikki longur fáa skattainntøkur frá útgoldnum eftirlønum. Broytingin í skattastiganum er tí grundleggjandi ófíggjað.”

Tá spurt verður um, hvørjar metingar Fíggjarmálaráðið hevði um inntøkur landskassans í fíggjarkørmunum fyri 2012, sum Løgtingið samtykti á vári 2011, er hetta fyri at staðfesta um møguligar hækkingar í inntøkum landskassans einans stava frá flatskattaskipanini, ella um Fíggjarmálaráðið longu væntaði ein ávísan vøkstur í inntøkum landskassans, áðrenn Løgtingið samtykti nýggju skattaskipanina.

Hesir spurningar verða settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum, so almenningurin sjálvur kann lesa úr tølunum, hvørja ávirkan flatskatturin hevur havt á inntøkur landskassans.