Landsstýrið raðfestir, so tað stendur eftir

Men tá ið landsstýrið heldur seg kunna raðfesta ikki bara 2, men 10 ár fram - tvs. 8 ár út um sítt egna valskeið ? so kann tað undra, at landsstýrið ikki kann finna innivist fyri eini so átroðkandi neyðugari og samstundis so avmarkaðari íløgu, sum tunnilsgerð til Tjørnuvíkar, sigur Hans Pauli Strøm

 

 

Ólavur í Beiti


Hans Paula Strøm hevur spurt Bjarna Djurholm, hví farleiðin til Tjørnuvíkar ikki er tikin við í raðfestingina á samferðsluøkinum, sum boðað verður frá í uppskoti landsstýrisins til nýggja løgtingsfíggjarlóg? Hví er farleiðin til Tjørnuvíkar heldur ikki tikin við í raðfestingina í 10-ára íløguætlanini, sum landsstýrið hevur lagt fyri flokkarnar sum grundarlag fyri eini breiðari semju um eina langtíðaríløguætlan? Hvørjar kanningar hevur landsstýrismaðurin/landssverkfrøðingurin gjørt av vegasambandinum til Tjørnuvíkar, herundir fyrireikandi kanningar av gerð av bergholi til Tjørnuvíkar, og hvat metir landsstýrismaðurin/landsverkfrøðingurin, at kostnaðurin kann verða av einum bergholi til Tjørnuvíkar, alt eftir hvussu stutt tað kann gerast, og hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin/landsverkfrøðingurin um vegasambandið til Tjørnuvíkar?


Smærri verkætlanir

Í viðmerkingunum, sigur Hans Pauli Strøm, at tann 10. februar 1999 settu løgtingsmenninir í Norðstreymoy, Jógvan Durhuus, Jákup Suni Joensen og Hans Pauli Strøm, fyrispurning til táverandi landsstýrismannin um, hví einki varð sagt um Tjørnuvíkarvegin í teirri samferðsluætlanin, sum landsstýrismaðurin tá hevði lagt fram. Og spurt varð, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði um Tjørnuvíkarvegin.

? Svarið frá lands-stýrismanninum tá var, at tann samferðsluætlanin hjá landsstýrinum bara skuldi lýsa høvuðsmyndina, og tískil høvdu »smærri verkætlanir« sum hendan ikki fingið innivist. Í orðaskiftinum um fyrispurningin legði landsstýrismaðurin tó aftrat, at landsverkfrøðingurin hevði hugt upp á spurningin og metti, at tað vanliga lapparíið upp á vegin bøtir ikki nóg væl, og at tað einasta, sum nóg væl kundi loysa henda trupulleikan, er eitt berghol til Tjørnuvíkar.

? Nú hevur landsstýrið so aftur lagt uppskot fram um løgtingsfíggjarlóg fyri 2001. Her eru m.a. settir nógvir pengar av til stórar og víðfevndar útbyggingar av samferðslukervinum. M.a. eru til bara hetta eina fíggjarárið 2001 settar av heilar 62 mió. kr. til landsvegir, berghol og undirsjóvartunnlar. Haruppií eru longu nú 3 mió. kr. settar av til fyrireikandi kanningar av bergholi millum Kambsdal og millum Fjarða og undirsjóvartunnil millum Leirvík og Klaksvík.


Vandi fyri lív

? Tjørnuvíkarvegurin er ikki tikin uppá tungu. Ikki eitt orð og ikki ein króna til nakrar kanningar ella fyrireikingar til tunnilsgerð til Tjørnuvíkar.

? Jú, landsstýrið raðfestir, so tað stendur eftir. Men tá ið landsstýrið heldur seg kunna raðfesta ikki bara 2, men 10 ár fram - tvs. 8 ár út um sítt egna valskeið ? so kann tað undra, at millum hesar nógvu hundraðtals milliónirnar kann landsstýrið ikki finna innivist fyri eini so átroðkandi neyðugari og samstundis so avmarkaðari íløgu, sum tunnilsgerð til Tjørnuvíkar.

? Tað allar fremsta fyrilitið fyri eini raðfesting av íløgum á samferðslukervinum má vera at tryggja tær farleiðirnar, har vandi er fyri lív og heilsu hjá tí fólki, sum hevur tørv á hesum farleiðum. Farleiðin til Tjørnuvíkar er ein av hesum, sigur Hans Pauli Strøm m.a. í viðmerkingunum til fyrispurning.