Landsstýrið raðfestir ikki fólkaskúlan

- Hóast nýggj samgonga hevur tikið við, og politikarar bæði úr samgongu og andstøðu søgdu seg vilja raðfesta fólkaskúlan hægri, so er einki at hóma til henda viljan í játtanini til fólkaskúlan, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

  

- Eftir okkara fatan verður fólkaskúlin ikki raðfestur, hóast allir politikarar í valstríðnum søgdu seg vilja raðfesta fólkaskúlan hægri, sigur Herálvur Javobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Í ársfrágreiðing síni, sum Skúlablaðið endurgevur brot úr, sigur hann, at Mentamálaráðið hevur gjørt felagnum greitt, at hóast játtanin fyri 2016 kann tykjast sum ein hækking, verður einki eyka rásarúm.

 

Hann sigur, at ilt er at fáa eyga á teir stóru batarnar í játtanunum til fólkaskúlaøkið.

 

Í nýggjastu ársfrágreiðing síni staðfestir formaður Føroya Lærarafelags, at størsta hóttanin móti fólkaskúlanum framvegis er sparingar og tepra játtanin.

 

- Í játtanarkørmunum, sum vóru almannakunngjørdir 31. mars í ár, eru ongar ábendingar um, at fólkaskúlin fær hægri játtan framyvir, heldur tvørturímóti, og í Búskaparfrágreiðingini frá mars í ár stendur, at raksturin er framskrivaður innan hesi øki í 2017, m.a. fólkaskúlan, og at arbeitt verður áhaldandi við at tálma útreiðsluvøksturin við umskipanum og øðrum tillagingum í rakstrinum, serliga innan millum annað fólkaskúlan, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Herálvur Jacobsen sigur, at økta játtanin í stóran mun fer til framskrivingar av lønum og øktar pensjónsútreiðslur.

- Landsstýriskvinnan hevur sagt, at tá ið avlop er á fíggjarlógini, verður fólkaskúlin raðfestur hægri; við øðrum orðum eru lang útlit. Avleiðingarnar eru eitt støðugt trýst úr Mentamálaráðnum á lærarar at undirvísa meira, meðan tíðin til uppgávur tengdar at undirvísingini minkar. Heldur einki pláss er til átøk og menning, og skúlaleiðslurnar hava ikki rásarúm at fara undir spennandi ætlanir og nýhugsan, skrivar hann í ársfrágreiðingini. Les meiri í Skúlablaðnum ella á skulablad.fo.