Landsstýrið rænir kommunurnar

- Tað er ótrúliga nemt at hækka pensjónir, tá tú ikki skalt finna fíggingina sjálvur, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.

880 krónur fyri hvønn borgara merkir 460.000 krónur um árið.

 

- So nógv missur Sands kommuna um árið, tí landsstýriđ á jólum í fjør samtykti, at fyritíðarpensjónistar skulu hava 1000 krónur meira eftir um mánaðin. 

 

Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, á sínari Facebook-síðu seinnapartin í dag, har hann eisini hevur lagt viðheftu talvu út.

 

- Alt gott um, at tú gevur meiri til fyritíðarpensjónistar. Hesum taki eg fult undir við. Men, tað tykist ótrúliga nemt, tá tú ikki skalt finna fíggingina sjálvur. 

 

Borgarstjórin heldur fyri, at fingrarnir hjá landsstýrinum eru ótrúliga langir fyri tíðina, nú teir ræna kommunurnar fyri pengar. 

 

- Fyri okkum í Sands kommunu svarar hetta til eitt heilt skattaprosent, sigur Brandur Sandoy.