Landsstýrið og almennar tænastur

VIT hava nú í longri tíð hoyrt og lisið um syndarligu støðuna á fleiri av landsins mest týðandi stovnum, her serstakliga sjúkrahúsverkinum og strandferðsluni. Vit síggja, hvussu hesir stovnar eru við at syndrast innanífrá - um somu tíð sum politikarar leggja dentin á, hvussu stóran týdning hesir stovnar hava. Og um somu tíð breggjar fíggjarmálaráðharrin sær av, hvussu nógvar hundrað milliónir hetta landsstýrið hevur megnað at leggja til síðis.

TAÐ er alla æru vert, at eitt landsstýri rekur ein fíggjarpolitikk, sum ber í sær, at man kann leggja pengar til síðis. Hetta er eitt stavnhald, sum vit øll eiga at hava. Men tað ber ikki til - um somu tíð, sum tú táttar í innan tað almenna við eitt nú at áleggja tí at gjalda part av lønarvøkstrinum yvir verandi játtanir - at krevja av okkara heilsuverki, av strandferðslu og øðrum almennum stovnum, at hesir skulu varðveita sama tænastustøði og helst betra um tað. Tað er ein so ótrúlig sjálvmótsøgn og ein so stór niðurgerðing av teimum fólkum, sum longu eru noydd at renna skjótari á umrøddu almennu stovnum, at hetta er órímuligt og ósakligt og ómenniskjansligt.


TAÐ hevur verið sagt, at lagt verður til síðis til fullveldið. Tað er eisini ein ærlig søk. Men tá eiga okkara stýrandi eisini at spæla við ærligum kortum í aðrar mátar. Og tað er m.a. at siga fyri Føroya fólki, at hetta landsstýrið rekur ein politikk, sum hevur til endamál at minka um og gera almennu tænasturnar verri. Hvussu nógv tú enn tosar um rationalisering og effektivisering, so ber ikki til at fáa tað sama burtur úr verandi stovnum eitt nú sjúkrahúsverkinum, skal t.d. lønarvøksturin fara burtur av verandi játtanum, sum longu frammanundan eru skerdar.


FØROYA fólk eiga at gera sær greitt, hvat er við at henda í løtuni. Og tað, sum hendir, er, at landsstýrið longu stýrir landinum sum vóru vit fullveldi. Men landsstýrið roynir samtíðis at fjala út yvir, at hetta er so, tá tað ræður um almennu stovnarnar. Hyggja vit at tí størsta almenna stovninum í landinum, Landssjúkrahúsinum, so er hann so niðurkoyrdur, at spurningurin er bara, nær vit als ikki hava eitt meginsjúkrahús longur. Og hvat dugur er í at hava lokal sjúkrahús í Klaksvík og á Tvøroyri, um høvuðssjúkrahúsið verður drenað fyri keftir? Hvar er andstøðan í hesum máli?