Landsstýrið:Miðalaldurin er 43 ár

Miðalaldurin á nýggja landsstýrinum er 43 ár. Átta menn og ein kvinna manna tað tjúgunda landsstýrið í røðini, síðani heimastýrið kom í gildi

Landsstýrið

Hósdagin fingu vit nýtt landsstýrið. Á samkomu í Tinganesi útnevndi løgmaður, Anfinn Kallsberg, tríggjar nýggjar landsstýrismenn. Somuleiðis loysti hann tveir landsstýrismenn úr starvi. Støðan er so tann í dag, at tað eru níggju landsstýrismenn. Hetta talið er samstundis tað hægsta nakrantíð. Til samanbering kunnu vit nevna, at danir hava 23 ráðharrar.
Eisini hava stýrini, sum vórðu stovnsett eftir umfatandi bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Norman Christensen, fingið nýggj heiti. Tey eita nú ráð, sum kann umseta til ministerie. Hetta er eitt hægri heitið, men kemur kortini ikki at ávirka umsitingina nakað, verður mett.
Samstundis hava vit nú fingið eitt nýtt ráð, sum ikki var stýri frammanundan, samstundis sum tveir landsstýrismenn aftur hesaferð fara at deilast um eitt stýri/ráð.
Høgni Hoydal verður landsstýrismaður fyri eitt løgmálaráð, sum millum annað skal fáast við lógarmál og kommunumál. Tað nógva av virkseminum fer at snúgva seg um yvirtøkur.
Fyrrverandi almanna- og heilsumálastýrið hevur fingið eina nýggja demensjón. Ikki bara eitur stýrið nú ráð og ein landsstýrismaður Bill og ein annar Páll, men stýrið er bítt sundur. Uttan iva tað mest strævna arbeiðið innan almennu umsitingina liggur úti í gamla Almanna-og heilsumálastýrinum. Trupulleikin verður loystur við einum nýggjum landsstýrismanni, soleiðis at almannamálini koma at liggja fyri seg hjá Páll á Reynatúgvu.

43 ár
Hyggja vit nærri at hesari nýggju landsstýrismanningini, so er kanska tað mest eyðsýnda, at talan er um átta menn, men bert eina kvinnu. Annlis Bjarkhamar, mentamálaráðharri, er einasta kvinnuliga íslettið í nýggja landsstýrið. Hon er samstundis tann yngsta í landsstýrið. Elstur í landsstýrinum er Eyðun Elttør, sum er 61 ára gamal.
Miðalaldurin í Føroya landsstýrið er 42,88 ár, sum vit rundað av til 43.
Tá seks av verandi landsstýrismonnum halda fram í starvinum, so merkir tað eisini, at fleiri teirra hava savnað sær royndir í sessinum. Tey trý nýggju í landsstýrinum, Annlis Bjarkhamar, Bill Justinussen og Páll á Reynatúgvu, hava heldur ikki sitið í tílíkum sessi áður.
Tann suverent mest royndi í landsstýrinum er løgmaður, Anfinn Kallsberg. Hann hevur fleiri reisir áður sitið sum bæði fiskimálaráðharri og fíggjarmálaráðharri, og nú er hann sum sagt løgmaður.
Eingin av hinum fimm, sum vórðu sitandi í landsstýrinum, eftir at fólkið hevði talað 30. apríl, høvdu royndir við landsstýrisarbeiði undan 1998. Høgni Hoydal, Eyðun Elttør og Karsten Hansen hava sitið í sessunum í fýra ár á tamb. Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm tóku við, tá ávíkavíst Finnbogi Arge og John Petersen fóru úr starvinum í úrtíð.
Hyggja vit eftir, hvørjar bakgrundirnar eru hjá hesum landsins kosnu, so er tað at siga, at bert Høgni Hoydal hevur eina longri útbúgving frá lærdum háskúla. Hann er cand.comm í søgu og samskifti.
Eyðun Elttør er útbúgvin maskinmeistari. Annlis Bjarkhamar verður skjótt læraraútbúgvin, og tað er Bjarni Djorholm eisini umframt at hava tikið merkonom skeið. Løgmaður hevur handilsútbúgving, og Karsten Hansen er løgreglumaður av útbúgving.
Páll á Reynatúgvu er útbúgving fysioterapeutur. Bill Justinussen og Jørgen Niclasen hava báðir tikið stundentsútbúgving. Bill hevur harumframt tikið handilsskúla og HD fyrsta part.

Nummar tjúgu
Sum nevnt er hatta landsstýrið tað tjúgunda í røðini síðani heimastýrisskipanin varð sett í verk, sambært heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni.
Tær fyrstu nógvu ferðirnar var landsstýrið við skiftandi trimum ella fýra landsstýrismonnum. Við fyrsta landsstýrinum hjá Atla Dam kom so eisini tann fimmti landsstýrismaðurin.
Talan gjørdist so um onkuntíð fimm og onkuntíð seks landsstýrismenn. Ikki fyrr enn í 1991 gjørdis talið á landsstýrismonnum sjey. Við fullveldislandsstýrinum kom talið upp á átta, og nú er talið so voksið til níggju landsstýrismenn.
Stórur munur er á, hvørji málsøkini eru og hava verið. Eitt nú var leingi vanligt, at løgmaður hevði fiskivinnumál, og tað er eisini komið fyri, at løgmaður hevur havt fíggjarmál. Sum heild sæst, at málsøkið í landsstýrinum fylgja nógv við tíðini. Vit hava eitt nú seinastu fýar havt oljumál sum sjálvstøðugt málsøki og sum heild gongur trendurin móti at útgreina hvørt málsøki sær, soleiðis at hvør einstakur landsstýrismaður ræður yvir eina eina longri røð av økjum.
Hóast nógvir menn og nakrar kvinnur hava sitið í landsstýrinum, so slepst ikki undan, at nógv bestu úrtøkuna hevur Atli P. Dam fingið. Øll sjeytiárini umframt nøkur ár í bæði hálvfemsunum og áttatiárunum sat Atli P. Dam sum løgmaður.