Landsstýrið má melda greitt út um korruptión

John Johannessen
-------
Tað er als ikki í lagi, at landsstýrismenn kunnu "keypa" sær umrøðu í fjølmiðlunum og redaktionelt velja út, hvørji tíðindi hava týdning at verða borin. Hetta er ein hóttan ímóti fólkaræðinum, ið vit øll hava skyldu til at verja.

Higartil hevur løgtingsmaðurin, Sjúrður Skaale, roynt at vísa á stóra skeivleikan og stóru hóttanina í, at Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, "keypti" sær umrøðu í sjónvarpinum í sambandi við undirskrivingina av granskingarsáttmálanum við ES. Haldi, at Sjúrður Skaale hevur púra rætt í sínum sjónarmiðum og hansara greinar hava verið væl og virðiliga grundgivnar. Men løgið er tað kortini, at tað ikki eru fleiri, ið geva honum rætt, og at hetta málið ikki fær størri umrøðu.

Vit hava ikki eina frælsa og kritiska pressu, tá tað eru politikararnir, ið gera redaktionellu raðfestingarnar. Hetta er eitt stórt sjúkutekin í einum samfelag og er í veruleikanum nakað, sum nærkast korruptión rættiliga nógv. Uppskriftin tykist vera at geva fjølmiðlunum so trongar fíggjarligar karmar sum gjørligt, so teir eru so veikir sum gjørligt, og síðani sum makthavari at rinda fjølmiðlunum fyri positiva umrøðu av sær sjálvum, tá man ynskir tað.
Hetta er ein stórur trupulleiki fyri samfelagið, ein stórur trupulleiki fyri landsstýrið og sanniliga eisini ein stórur trupulleiki fyri fjølmiðlaleiðslurnar.
Tað minsta, ið nú kann henda, er at tað kemur fráboðan frá løgmanni, har hann boðar frá nýggjum greiðum leiðreglum, ið greitt forbjóða øllum landsstýrinum at "keypa" sær pláss fyri positivari umrøðu í fjølmiðlunum og harvið gera seg inn á fólkaræðisliga amboðið við einari frælsari pressu. Vit hava sum sagt øll ábyrgdina fyri at verja eitt væl virkandi fólkaræði - ikki minst løgmaður.
Ynskir man at fáa fjølmiðlarnar betri at lýsa, hvat føroyskir myndugleikar fáast við uttanlands, so eigur hetta at verða gjørt við at styrkja fjølmiðlarnar fíggjarliga og lata teir gera síni egnu val um, hvat er vert at lýsa og hvat ikki.