Landsstýrið lagt fram avrikslista

Í morgun legði samgongan fram ein sonevndan avrikslista.

Hetta er ein listi við teimum málum, sum samgongan hevur sett sær fyri at avrika í hesum valskeiðinum, og í listanum sæst, hvørji málini eri, og hvat er avrikað higartil.

Løgmaður segði, at hesin listin er gjørdur fyri at skapa opinleika og gjøgnumskygni, so at føroya fólk til eina og hvørja tíð kann síggja, hvørji mál standa á listanum, og hvar tey liggja í skipanini.

Teir fýra floksformenninir høvdu allir orðið, og allir fegnaðust um tað, sum higartil er fingið av skafti.

Fleiri mál vóru nevnd, sum longu eru framd, og fleiri eru eisini undir viðgerð í løtuni. Størsta týdningin hevði búskapurin, og strembanin eftir, at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2016.

Hetta vóru góðar vónir um, og víst var á, at sama krónutal varð brúkt at reka føroyska samfelagið fyri í 2013 sum í 2012.

Annars ber til at síggja avrikslistan hjá landsstýrinum VIÐ AT TRÝSTA HER