Bill Justinussen, løgtingsmaður
Í seinastu viku var kunnandi fundur í Almanna- og Heilsumálaráðnum um uppskot til ílegugransking. Landsstýrissamgongan saman við fjølmiðlum varð boðin við, meðan andstøðan á Løgtingi varð sett uttanfyri. At landsstýrismaðurin kunnar fjølmiðlarnar um so umfatandi lógaruppskot, áðrenn løgtingslimir verða kunnaðir, er eftir mínum tykki at biðja um trupulleikar heldur enn at biðja um breiðar semjur. Fjølmiðlarnir verða ikki teir, sum skulu atkvøða um hetta uppskot í Løgtinginum, men tað skulu løgtingslimir. Hví landsstýrismaðurin valdi at kunna fjøl-miðlarnar heldur enn Løgtingið og politisku flokkarnar, má hann sjálvur svara fyri, men framferðin er undir alt lágmark. Men kanska eru føroysku fjølmiðlarnir eftirhondini vorðnir ein so integreraður partur av propagandamaskinuni hjá Landsstýrinum, at teir bara vóru mettir sum ein annar partur av samgonguni. Fleiri óhugnaligar ábendingar hava verið undir hesi samgonguni um, at Føroya Løgting ikki longur er hægsta politiska forum í Føroyum, men heldur samgongufundirnir. Hendan samgongan hevur í ólukkumát megnað at flutt politiska orðaskiftið úr tingsalinum og handan læstar hurðar úti í Tinganesi, og tá semja endiliga er um okkurt mál, verða allar hurðar latnar upp fyri fjølmiðlunum, so øll kunnu síggja, hvussu væl alt sær út. Vit fólkavaldu løgtingslimir eru tíverri ofta teir síðstu at hoyra um hvíta roykin frá samgongufundunum.
Viðspælari
Síðani eg gjørdist løgtingslimur fyri góðum ári síðani, havi eg lagt meg eftir at viðgera øll uppskot á Løgtingi positivt og við opnum sinni. Soleiðis havi eg tikið undir við og atkvøtt fyri nærum øllum uppskotum, sum samgongan hevur lagt fram, og serliga uppskotini, sum landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum hevur lagt fyri Tingið. Í flestu málum eru vit báðir sera samdir, og soleiðis er eisini í spurninginum um ílegugransking. Tí harmist eg um, at tað ikki untist mær og hinum úr andstøðuni at vera við til framløguna, tí so mikið verri eru vit fyri at luttaka í orðaskiftinum og so mikið betri er samgongan fyri at luttaka. Og fjølmiðlarnir eru langt síðani liðnir at viðgera uppskotið, tá andstøðan endiliga sleppur framat við sínum boðskapi, men tað er kanska júst ætlanin við hesum óvanliga framferðarhátti. Vit mugu hava í huga, at tá eitt uppskot verður snikkað til, tekur hetta í onkrum førum fleiri ár at fáa tað væl úr hondum greitt. Í hesum føri - eins og í øðrum førum - er landsstýrismaðurin ikki einsamallur gubbi at uppskotinum, fleiri undan honum hava barslast við málið til tað nú endaliga er búgvið at leggja fyri Tingið. Tað er ikki landsstýrismaðurin sjálvur, sum ger tað lógartekniska arbeiðið. Ei heldur ger hann alt annað umsitingarligt arbeiði, sum er tengt at uppskotinum. Tað hevur hann eina umsiting til. Hendan umsitingin er ikki bara amboð í hondum landsstýrismansins, men kann sigast at vera "ogn Føroya fólks". Tí hevur andstøðan á Løgtingi sín heilt náttúrliga rætt sum ein týðandi partur av politiska myndugleikanum at njóta ágóðan av og fáa innlit í tað arbeiði, sum umsitingin greiður úr hondum.
Søgan um uppskotið
Uppskotið um ílegugransking er úrslitið av arbeiði hjá fleiri landsstýrismonnum. Tað byrjaði longu í 1999, tá táverandi landsstýrismaður á fyrsta sinni bar eitt líknandi uppskot í Tingið. Síðani kom stígur í, tí undirtøka var ikki fyri tí tá. Tá landsstýrissamgonga varð skipað í 2002, fekk Miðflokkurin heilsumál at umsita, og vóru vit tá samd um at arbeiða víðari við uppskotinum. Ein politisk semja varð gjørd, sum m.a. tók einkarrættarstøðuna burtur úr uppskotinum ásannandi, at granskingin skuldi bjóðast frítt og javnbjóðis út, og at tað almenna skuldi umsita vevnaðargrunnin, sjúklingaskránna og ættarskránna og vera millumliðið millum landið og granskaran. Hetta uppskotið varð liðugt snikkað til í januar í fjør, altso fyri valið í 2004. Síðani hevur núsitandi landsstýrismaður arbeitt víðari við tí uppskotinum og gjørt nakrar broytingar afturat, havi eg skilt fjølmiðlarnar rætt. Enn havi eg ikki sæð uppskotið og kann tí ikki gera ítøkiligar viðmerkingar, men tó fari eg at viðgera tað við vælvild og í stórum spenningi.
Nýggj vinna
Ongin ivi er um, at vinnuligir møguleikar innan hetta økið liggja fyri framman. Heilivágsídnaðurin umsetir fyri hundraðtals milliardir árliga. Kunnu vit føroyingar gerast bert ein flís í hesum ovurmikla buli, vil hetta hava búskaparligan týdning fyri okkum. Drívmegin undir øllum hesum er at finna fram til nýggjar sjúkuorsøkir og at finna viðgerðarhættir og heilivág, sum kann lekja. Tá eg sum landsstýrismaður tók hetta málið framaftur fyri góðum tveimum árum síðani, hildu onkrir javnaðarmenn, at tíðin helst var farin frá ílegugranskingini. Men nú ið teir sjálvir umsita hetta málið, er tíðin knappliga ikki farin frá tí allíkavæl, og tað fegnist eg sjálvsagt um. Bitland Føroyar gevur nú eisini hesum uppskoti góð viðmælir. Tað kunnu teir helst gera, tí teir kenna uppskotið. So væl fyri eru vit andstøðuløgtingslimir tíverri ikki. Vónandi fer samgongan at broyta framferðarhátt og venda aftur til vanligan fólkaskikk, har alt Løgtingið verður kunnað, tá serfrøðingarnir innan umsitingina hava okkurt gott upp á hjarta.










