Landsstýrið kemur ikki við tveimum milliardum

- Nei, tað er ikki ein møguleiki, at landsstýrið kemur við góðum tveimum milliardum fyri at bjarga øllum Eik-samtakinum. Tað segði løgmaður við útvarpið í morgun.

Landsstýrið hevur í gjárkvøldið viðgjørt spunrining um at veita trygd fyri at bjarga Eik. Spurningurin er, um landið skal tryggja øllum Eik samtakinum ella bara føroyska partinum. Nevnd hevur verið upphædd upp á 600 milliónir krónur, sum skal veitast sum trygd frá landssstýrinum, saman við teimum 400 milliónunum, sum TF Holdin hevur játta at veita.

Kaj Leo Johannesen segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í morgun, at landsstýrið ikki er komið til nakra niðurstøðu, men at Eik fær svar frá landsstýrinum áðrenn freistin er úti í kvøld klokkan 18.

Spurdur um tað er ein møguleiki, at landsstýrið kemur við øllum teimum umleið 2,4 milliardunum, sum skulu til fyri at bjarga øllum samtakinum, segði løgmaður, at hetta var ikki ein møguleiki.