Eftir evnisdagin við Gjógv í gjár, er landsstýrið samt um at halda fast um tilmælið frá Bjørt Samuelsen um at byrja Eysturoyartunnilin næsta ár og at útseta Sandoyartunnilin til 2012 Landsstýrið heldur fast um ætlanina um at útseta Sandoyartunnilin til 2012.
Tað er úrslitið eftir evnisdag við Gjógv í gjár.
Landsstýrið hittist við Gjógv í gjár at tosa um, hvussu almennu íløgurnar skulu raðfestast tey næstu árini.
Ì hesum sambandi er tað eitt serliga umstrítt mál, hvussu teir báðir undirsjóvartunlarnir í Eysturoy og Sandoy skulu raðfestast.
Ì hesum sambandi skuldi landsstýrið taka støðu til eitt tilmæli frá Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í vinnumálum.
Í farnu viku visti Sosialurin frá keldum, at tilmælið frá landsstýriskvinnuni er at taka Eysturoyartunnilin úr hondunum á teimum privatu og at leggja hann undir tað almenna.
Samstundis skal farast undir Eysturoyartunnilin næsta ár, men so skal Sandoyartunnilin útsetast til næsta ár, so at rakstraravlopið av Eysturoyartunlinum kann brúkast at fíggja Sandoyartunnilin.
Samgongan viðgjørdi málið á evnisdegi við Gjógv í allan gjár og keldur upplýsa fyri Sosialinum í morgun, at Landsstýrið er samt um at halda fast um hesa ætlanina.
Men sum tað sæst í øðrum greinum í blaðnum í dag, fer hetta at kosta samgonguni tveir tinglimir, tí hvørki Páll á Reynatúgvu ella Gerhard Lognberg vilja vita av hesi ætlanini og hava boðað frá, at teir taka stuðulin til samgonguna aftur
Málið skal viðgerast víðari í samgonguni dag og í morgin.