Landsstýrið harvið eisini valdið á Føroya Banka

Landsstýrð skal nú velja limirnar í Fíggingargrunninum, sum so aftur velja nevndina í Føroya Banka. Harvið hava føroyskir myndugleikar fulla valdið yvir eitt nú Føroya Banka.

Fíggingargrunnurin hevði fund í Havn í farnu viku. Sambart avtaluni millum landsstýriªð og stjórnina er tað nú Føroya landsstýri, sum skal velja limirnar í grunninum. Grunnurin velur so aftur nevndina í Føroya Banka. Her verður tann broyting, at meðan tað fyrr hevur verið ein danskur meiriluti, sum ger av hvør í síðsta enda verður at standa á odda fyri í Fíggingargrunninum og harvið eisini Føroya Banka, so verður hetta í framtíðini okkara egnu myndugleikar gjøgnum teirra avgerðarrætt í Fíggingargrunninum.

Higartil hevur forsætisráðharrin valt tríggjar og landsstýrið tveir av limunum í Fíggingargrunninum. Nú verður tað so landsstýrismaðurin, ið fær ábyrgdina av økinum, og sum hevur fullu ábyrgdina av at velja nevndina í grunninum.

Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur, at hetta merkir, at landsstýrismaðurin kann vísa sína ónøgd við t.d. Føroya Banka við at skifta nevndina í Fíggingargrunninum út, men hann kann framvegis ikki diktera nakra nevnd, og tað skal hann heldur ikki.

Løgmaður sigur, at tess uppgáva er at ansa eftir, at vit hava stabilitet og kontinuitet allan vegin, og tað roknar hann eisini við, at landsstýrið fer at syrgja fyri.

Uppá fyrispurning hvørjir fyrimunir eru við, at landsstýrið nú fær fullu ábyrgdina av Fíggingargrunninum og harvið eisini Føroya Banka sigur Anfinn Kallsberg, at tá fáa vit í hvussu er eina nevnd, sum hevur føroysk áhugamál. Hann vísir tó ikki aftur, at tað eis-ini ber til at velja útlendingar í nevndina.

-Men tað er tá altíð betri, at vit hava valt eina nevnd, sum hevur ta føroysku heildina í bakhøvdinum.

-Hvussu tá við privatisering av bankanum!

-Tað varð gjørd ein avtala millum landsstýrið og stjórnina í síni tíð, har tú stigvíst skuldi privatisera, men eg kann ikki siga, nær bankin er búgvin til at verða privatiseraður. Latið okkum nú taka eitt stig í senn. Latið okkum fáa hesa prosessina uppá pláss, áðrenn vit fara undir annað. Her er nógv, sum skal gerast.