1. mars var seinasta freist at leggja uppskot fyri tingið í hesari tingsetuni.
Og landsstýrið eigur sum vera mann fleiri av teimum tilsamans umleið 50 uppskotunum, sum vóru innkomin innan tíðarfreistina.
Í hesi tingsetuni hevur landsstýrið lagt fram 75 lógaruppskot. Harav eru 5 uppskot til ríkislógartilmæli. 1 uppskot til samtyktar og 3 frágreiðingar til aðalorðaskiftis eru eisini løgd fram.
Fleiri týðandi lógaruppskot hjá landsstýrinum eru samtykt higartil í hesi tingsetu. Sum dømi kunnu nevnast:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. ?Stutt lýsing: Útlendskur eigaraskapur er avmarkaður til 20% av felagskapitalinum í einum føroyskum alifelag.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli í 2012?Stutt lýsing: Heimild at áseta gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli í 2013. Eftir ætlan skulu gjøldini geva landskassanum 120 mió. kr. í meirinntøku.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd?Stutt lýsing: Við hesari lógarbroyting er tryggjað, at tey, ið eru ringast fyri í samfelagnum, koma at gjalda minni til Heilsutrygd. Fast grundgjald á 160 kr. og síðan 0,55 % av skattskyldigu inntøkuni.
Fleiri onnur týðandi lógaruppskot eru júst løgd fram. Sum dømi kunnu nevnast:
Uppskot til løgtingslóg um eftirlønaruppsparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum (eftirlønarlógin)?Stutt lýsing: Skotið verður upp at seta í verk eina bundna eftirlønarsamansparing fyri allar borgarar við tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Talan er um nýggja lóggávu á økinum.
?
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn?Stutt lýsing: Fyri at byggingin av Marknagilsdeplinum, sum er fyrireikað, skal kunna fremjast, er neyðugt at játta 64 mió. kr. omaná tær 391 mió. kr., sum er fíggjarkarmurin í verklagslógini frá 2008. Harumframt skulu útreiðslurnar til innbúgv og útgerð, sum vóru ásettar til 60 mió. kr. nú takast við í sjálva verklagslógina. Upphæddin í verklagslógini verður sostatt hækkað til 515 mió. kr.?
Uppskot til løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni?Stutt lýsing: Uppskotið er um embæti og størv í fólkakirkjuni og um førleikakrøv til sóknarprest, próst og biskup. Eisini er uppskotið um setanartilgongdir, og hvør hevur hvørjar setanarheimildir, herundir tá ið kirkjusóknirnar seta kirkjutænarar og hjálparfólk.