Grønlendska landsstýrið fer at gera eftir tilmælinum frá fiskifrøðingunum, sum hava mælt politikarunum at skerja rækjukvotuna við Vesturgrønland næsta ár. Tað sigur Ane Hansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við KNR.
Fiskivinnufeløgini hava ikki gjørt sínar viðmerkingar til tilmælið frá fiskifrøðingunum, men sambært KNR fara feløgini at taka undir við tí, tí vinnan vil hava rækjufiskiskapin altjóða góðkendan sum burðardyggan.
Roknað verður við, at 135.000 tons av rækjum verða veidd við Vesturgrønland í ár, men fiskifrøðingarnir siga, at næsta ár eigur veiðan ikki at fara upp um 110.000 tons.