Sokallaða »politiska prosessin« hjá landsstýrinum viðvíkjandi fullveldismálinum er nú rættuliga farin í gongd. Í gjár setti landsstýrið fyrst Sambandsflokkinum og síðani Javnaðarflokkinum stevnu úti í Tinganesi.
Endamálið við fundunum var at fáa í lag nógv umtalaðu breiðu politisku semjuna, løgmaður og Høgni Hoydal javnan hava víst á at vera neyðuga í sambandi við samráðingarnar við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya.
Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin hava fyrr verið á fundi hjá landsstýrinum um tað sama, men á teimum fundunum varð ikki farið dýpdina við ymisku málunum. Á fundinum í gjár var ætlanin at viðgera ymisk mál meira nágreiniliga.
Høgni Hoydal sigur seg trúgva, at tann breiða semjan verður funnin í uttanlandsnevndini. Men hann er kortini fegin um, at partarnir kunnu tosa saman áðrenn samráðingaruppleggið fer í uttanlandsnevndina. Hetta, heldur hann, økir um møguleikan fyri, at semjan í uttanlandsnevndini verður funnin skjótt og lætt.
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, hevur fleiri ferðir víst á, at hann ikki trýr uppá, at nøkur semja verður funnin í uttanlandsnevndini. Hann heldur nevniliga ikki, at uttanlandsnevndin er nakað mekka fyri fólkaræði. Hinvegin sær hann ein lítlan møguleika fyri eini semju undir »politisku prosessini«, men tá skal talan vera um eina avtalu, ið liggur innan fyri ríkisfelagsskapin.
Møguleikin fyri einari politiskari semju millum samgonguna og Sambandsflokkin er lítil, fyri ikki at siga eingin, men tó ynskir landsstýrið at hava fund við flokkin um málið.










