Aliráðstevna
Rættiliga nógv fólk var til setanina av aliráðstevnuni á Hotel Føroyum í morgun, sum Føroya Havbúnaðarfelag og Vinnuhúsið skipa fyri.
Tað var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum setti stevnuna klokkan 9.30. Sambært skránni skuldi Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, seta stevnuna, men hann er uttanlands í løtuni.
- Sum eg havi skilt, hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum sett sær fyri serliga at arbeiða við nøkrum fáum satsingarøkjum, eitt nú alivinnuni.
Aling er svarið
Jacob Vestergaard nam í síni setanarrøðu við veksandi eftirspurningin eftir fiski.
- FAO, sum er matvørustovnurin undir ST, hevur sagt, at eftirspurningurin eftir fiski í ár 2030 verður umleið 37 miljónir tons størri enn í dag.
Hann vísti á, at vanligur fiskiskapur ongan møguleika hevur at nøkta henda tørv, og tí er aling av fiski svarið upp á henda alsamt veksandi eftirspurning eftir fiski.
Jacob Vestergaard segði, at føroyska alivinnan hevur havt ein markantan vøkstur í útflutningi av alifiski síðan kreppuna.
- Útflutningsvirði nærkaðist soleiðis einari miljard krónum í 2008, legði hann aftrat.
Stór menning
- Alivinnan hevur sum heild ment seg sera nógv seinastu árini, og talan er soleiðis um eina vinnu í stórari framgongd, har ognarviðurskifti, stødd, framleiðslutøkni, staðsetingar og rakstrarhættir eru í støðugari broyting.
Landsstýrismaðurin segði, at málið, sum politiski myndugleikin sær fyri sær, er, at Føroyar skulu gerast millum fremstu ali- og matvøruframleiðslutjóðir í heiminum, tá ræður um dygd og avkast.
Hann segði, at føroysku alararnir veruliga hava lagt seg í selarnar at gerast heimsins bestu alarar.
- Samstarvið millum myndugleikar og vinnuna er eisini fyrimyndarliga gott, og sæst hetta millum annað í tí einstandandi skipan, sum vinnan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava bygt upp í felag
Jacob Vestergaard vísti á, at við hesi skipan ber til at fylgja ymiskum parametrum og á henda hátt fylgja við, hvussu støða og framleiðsla eru.
Fiskaaling granskar
- Strategiin, sum ætlanin er at fylgja fyri at røkka hesum málum, er, at vinnugransking, innovatión, vørumenning og marknaðarføring eins og marknaðaratgongd verða raðfest í størri mun enn nú. Eisini skulu karmarnir fyri vinnuliga virksemið støðugt dagførast.
Landsstýrismaðurin vísti á, at eitt týðandi amboð hjá tí almenna í sambandi við menningin av alivinnuni er partafelagið Fiskaaling.
- Uppgávur felagsins vóru frá byrjan at menna framleiðslumannagongdir og at kanna, hvørjir møguleikar vóru fyri lønandi aling í Føroyum. Nú leggur felagið størri áherðslu á granskingar- og menningarvirksemi innan alivinnuna í Føroyum.
Jacob Vestergaard vísti á, at samstundis, sum størri og størri dentur verður lagdur á gransking, er støða tikin til at gevast við steðga við kynbótararbeiðnum við laksi, tí rognini fyri ein stóran part verða innflutt, og tí raksturin ikki er lønandi.
- Fiskaaling hevur sett og ynskir at seta fleiri granskarar fyri at víðka um granskingar- og royndarvirksemi.
Styrkja Fiskaaling
Landsstýrismaðurin segði, at Fiskaaling hevur sett sær nágreinilig mál og lagt strategi fyri, hvussu málini verða rokkin.
- Ætlanin er at stuðla uppundir hesa tilgongd, og lógaruppskot er gjørt um at hækka partapeningin í felagnum við fænum, sum er í Endurgjaldsgrunni Alivinnuna.
Jacob Vestergaard visti í síni setanarrøðu eisini at siga, at uppskot til nýggja alilóg er á veg í tingið.
- Endamálið við hesi lóg er at geva vinnuni greiðari og smidligari karmar at virka undir.
Landsstýrismaðurin helt annars, at evnini, sum Føroya Havbúnaðarfelag og Vinnuhúsið hava valt at taka upp á ráðstevnuni, eru væl vald og týðandi fyri vinnuna.