Landsstýrið broytt samráðingarútspælið

Fyri at fáa avtalu við donsku stjórnina um góða búskaparliga skiftistíð hevur landsstýrið endurskoðað upprunaliga samráðingarútspælið

John Johannessen

úr Keypmannahavn



Landsstýrið fer á samráðingarfundinum við donsku stjórnina hósdagin at leggja fram nøkur nýggj modell fyri góðari búskaparligari skiftistíð.

Hetta ger løgmaður greitt í brævi, hann sendi danska forsætisráðharranum seinasta fríggjadag.

Løgmaður vísir í brævinum forsætisráðharranum á, at tað heilt greitt stendur í avtaluni, danska stjórnin gjørdi við landsstýrið í juni 1998, at samráðast skal um eina búskaparliga skiftistíð, ið miðar ímóti at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap.

Tí roknar løgmaður við, at partarnir á fundinum hósdagin fara at samráðast konstruktivt um at skapa grundarlag fyri hesum sjálvberandi føroyska búskapinum.

Fyri at hetta skal bera til, fer landsstýrið at leggja nøkur modell fyri stjórnina, ið ikki fyrr hava verið á samráðingarborinum.



Bundið seg at samráðast

Høgni Hoydal, landsstýrimaður í sjálvstýrismálum, vísir eins og løgmaður á, at danska stjórnin í avtaluni frá 1998 hevur bundið seg til at samráðast um eina góða búskaparliga skiftisskipan fyri Føroyar.

Tí heldur hann tað vera púra burturvið, um stjórnin á fundinum hósdagin fer at halda fast við, at skiftistíðin ikki verður longur enn fýra ár.

Høgni Hoydal heldur, at stjórnin, tá hon heldur fast um skiftistíðina, sýnir, at hon als ikki vil samráðast við føroyingar um at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap. Tískil brýtir stjórnin avtaluna frá 1998, og hetta metir hann vera ógvuliga álvarsamt fyri eitt land, sum Danmark.

Landsstýrið fer tískil á fund hósdagin við góðum vónum um at fáa glið á veruligar samráðingar um eina hóskandi skiftistíð. Men kortini væntar landsstýrið harðar samráðingar.


Halda fast um skiftistíðina

Hvat innihaldið í nýggju modellunum hjá landsstýrinum er, hevur ikki borið til at fingið at vita. Men danska stjórnin hevur síðani seinasta samráðingarfundin í forsætismálaráðnum ferð eftir ferð gjørt greitt, at skiftistíðin ikki verður longur enn fýra ár.

Hetta hevur órógvað løgmann, sum í fjølmiðlunum hevur sagt, at hann ikki ætlar sær at skriva út fólkaatlkvøðu um ein sáttmála um at skipa Føroyar sum fullveldi, verður greiða ikki fingin á skiftistíðini.

Eftir grundgevingini at døma eru hesi viðurskifti generelt sæð grundarlagið hjá Vágatunnilinum, og sum tað verður sagt í frágreiðingini ?Til tess at meta um, hvat boð er til mestan fyrimun fyri felagið?, verða boðini mett út frá:


?Samsvar við ætlan fyri útbjóðing

?Prísi

?Alternativum og reguleringum

?Tekniskum viðurskiftum, so sum uppskot til arbeiðsætlan og amboð

?Skipan av arbeiðinum, leiðslu og manning

?Fíggjarligum umstøðum


Samanum tikið vildi P/F Vágatunnilin nú vera við:


14) at P/F J&K Petersen var vorðið kr. 300.000,- bíligari enn vit!


15) at sami hevði størri tekniska leiðslu og fíggjarliga orku og tí

16) mettir kunna gera arbeiðið liðugt til tíðina


Eg skal ikki plága lesaran við smálutum, men stutt viðmerkja, at roknistykkið hjá Vágatunnilinum tykist føra til, at verður roknað nóg leingi, kann umrødda arbeiðið gerast ókeypis.

Viðvíkjandi tekniskari og fíggjarligari orku og hetta at gera arbeiðið liðugt til tíðina er einans at viðmerkja, at hesi viðurskifti eru mett í sambandi við, at vit vórðu innbodnir at bjóða, og at tveir sera royndir stovnar hava tilmælt, at vit skulu gera arbeiðið.


Málsviðgerðin higartil

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur álagt P/F Vágatunnilinum at tingast við okkum sum havandi lægsta tilboð. Fundur var avtalaður tann 9. juni, men varð avlýstur, tí stjórin í P/F Vágatunnilin bar seg undan, orsakað av banninum, sum Føroya Handverksmeistarafelag hevði lýst tann 31. mai. Okkum kunnugt varð bannið einans lýst navngivnum fyritøkum, sum bjóðaðu ! Avtalað varð síðan, at nýggjur fundur skuldi verða tann 14. juni, men boð komu stutt eftir, at Dávid Reinert Hansen verður burturstaddur alla vikuna (vika 24), og eingin nýggjur fundur er avtalaður.


P/F Vágatunnlinum tykist ikki hava skund

Vit hava ikki enn mist vónina um, at P/F Vágatunnilin ber seg at sum allir aðrir byggiharrar og tekur upp tingingar við lægstbjóðandi og tekur tey mál upp á fundi við okkum, sum eiga at verða viðgjørd millum okkum og teir og ongan annan ? og ikki í fjølmiðlum og allar aðrar óviðkomandi staðir. Hevði hetta byggimál verið viðgjørd eftir vanligum leisti, høvdu vit fyri langari tíð síðan verið bodnir til fundar um sáttmála at gera arbeiðið. Til lesarans upplýsing skal nevnast, at bara lægstbjóðandi kann lækka sítt tilboð enn meir. Hetta kunnu hinir bjóðararnir ikki gera sambært lógina um útbjóðing (licitatión). Tað má standa flestu fólkum greitt, at tað hevði verið skilabetri at fingið tílíkt burtur úr, enn at fara undir kryptiskar og kanska ólógligar lækkingar av næstlægsta tilboðið og so í seinasta enda rokna við einum millióna-endurgjaldskravi frá okkum omaní. Telur tað heldur ikki við, at vit eru samstarvsfelagar hjá NCC Vágakonsortiet, ið hevur lægsta tilboðið til sjálvt boriarbeiðið ?


Niðurstøða

Hetta er sum at vera boðin í brúdleyp sum verdugur gestur og so verða hunddálkaður, uttan at nakar rættir hond frá síðu at steðga hesum. Betur hevði sømt seg brúðarparinum ikki at boðið okkum í hetta brúdleyp.

Hvussu hetta brúdleyp fer at enda er ilt at siga, men sum náttin líður ber veitslan brá av gølu, men enn ber brúðarparinum og teirra avvarðandi til at bjarga brúdleypinum frá at enda í skomm og gølu, sum leingi fer at verða havt á munni.


Tórshavn, hin 12. juni 2000

Vegna P/F Byggitek

Tummas Sørensen, stjóri