Landsstýrið: Avgerðin ER tikin

Seinastu tímarnar hevur Fólkaflokkurin sitið á fundi, har politiska støðan hevur verið til viðgerðar.

Tey hava umrøtt, hvør skal taka við starvinum sum fiskimálaráðharri, nú Jákup Mikkelsen er koyrdur frá. Einki frættist tó um, hvør ið kemur í hansara stað.

Eitt stendur tó fast, og tað er, at tað verða ikki flytingar av landsstýrisfólkum í hesum sambandi, men at ein persónur er kosin sum landsstýrisfólk.

Tí kann staðfestast, at tað hvørki verða Jørgin Niclasen ella Annika Olsen sum taka við hesum starvi. Tveir persónar hava annars verið nevndir – Jóan Magnus Rasmussen og Jacob Vestergaard. Um eina løtu ella tvær kemur floksformaðurin, Jørgen Niclasen við eini fráboðan um, hvør tað nýggja – ella afturkomna – landsstýrisfólkið verður.