Landssliðsliðskiparin var toppskjútti hjá Keypmannahavn

Keypmannahavn mátti lúta fyri Ikast-Herning

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti toppliðnum, Ikast-Herning.

 

Ikast-Herning vann dystin 29-25. Heimaliðið var frammanfyri 12-11 í steðginum.

 

Pernille var saman við sveisisku Tabeu Schmid toppskjútti hjá útiliðnum. Tær skutu fimm mál hvør.

 

Keypmannahavn er nummar fimm í deildini við 22 stigum fyri 18 dystir.

 

Skanderborg uttan Súnu K. Hansen tapti á heimavølli 28-38 (11-16) fyri Nykøbing Falster.

 

Skanderborg er nummar 10 í deildini við níggju stigum fyri 18 dystir.