Landssjúkrahúsið skal kannast út í æsir

Støðan er ring, men vandi er fyri at hon verður nógv verri í næstu framtíð

Støðan á Landssjúkrahúsinum skal nú kannast út í æsir.

Tað vil Tjóðveldi hava.

 

Tí hevur flokkurin lagt uppskot fyri løgtingið um at fáa Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum um at úgreina ”álvarsomu støðuni í heilsuverkinum”.

 

Tá ið tað arbeiðið er liðugt, skal hann leggja eitt uppskot fyri Løgtingið við greiðum ætlanum fyri, hvussu bøtast kann um støðuna.

 

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot um heilsutrygd í morgun og tí sambandi vísa Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, umframt Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, á, at støðan í heilsuverkinum á fleiri økjum er hættislig.

- Stórur tørvur er á fakfólki og ikki minst serlæknum í heilsuverkinum, staðfesta tær tríggjar.

 

Tær siga, at trotið á serlæknum sær út til at kunna verða enn størri um um stutta tíð, tí fleiri serlæknar eru longu farnir ella eru ávegis at fara úr starvi.

-  Støðan er vánalig, men vandi er fyri, at hon fer at versna enn meiri, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Tí halda tær, at Karsten Hansen skal lýsa støðuna í heilsuverkinum út í æsir og tað skal hann gera sum skjótast.

 

Og nú tekur tjóðveldi so næsta stigi og leggur uppskot fyri løgtingið um hetta sama.