Eftir samstarvsavtalu millum HS, sum er Hovedstadens Sygehusvæsen og Almanna- og heilsumálastýrið, hevur Michael Heidenheim, serlækni í húðasjúkum, arbeitt í Føroyum í tríggjar dagar, eina ferð um mánaðin, síðani í januar 1998.
Serlæknin arbeiðir annars á Bispebjerg Hospitali, sum hevur serdeild fyri húðasjúkur.
Nógvir húðasjúklingar eru í Føroyum, og bíðitíðin at sleppa til húðalæknan er nú hálvt ár.
Tí umhugsar Landssjúkrahúsið at víðka um arbeiðstíðina hjá serkøna húðalæknanum í Føroyum úr trimum til fimm dagar um vikuna.
Michael Heidenheim hevur viðtalu í Ambulatorinum á Landssjúkrahúsinum, og hann hevur eini 60 fólki í viðtalu teir tríggjar dagarnar í mánaðinum, hann er í Føroyum.
Ein serliga ljóðviðgerð verður veitt sjúklingunum, men hon fæst ikki í Føroyum Tað er tó einki til hindurs fyri at sjúklingar kunnu fáa hesa viðgerð í Føroyum, men bert vanta tólini. Tað verður tí eisini umhugsað á Landssjúkrahúsinum, um møguleiki er fyri at útvega slíka ljósútgerð.
Væntandi frættist meir um víðkanina av serlæknatænastuni fyri húðsjúkur seinni í hesi viku. Ein fundur um málið verður á Landssjúkrahúsinum hósdagin.