Tað kom fram í Degi og Viku í gjárkvøldið, tá Tummas Justinussen, ein av eigarunum í Smyril Line, váttaði fyri Kringvarpinum, at hann og nøkur lyklastarvsfólk hjá felagnum vóru sloppin at koppseta seg á Landssjúkrahúsinum, tí tey skuldu til arbeiðis umborð á Norrønu í Danmark.
Tað kom eisini fram í Kringvaprinum í gjár, at sendimaðurin í Kina, Sigmund Ísfeld og konan vóru koppsett, og sendikonan í London, Kate Sanderson, og maðurin, eisini vóru koppsett.
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, segði við útvarpið, at hann visti einki um hetta. Tað váttaði aðalstjórin í uttanríkisráðnum, Poul Gert Hansen eisini í Degi og Viku í gjárkvøldið.
Poul Gert Hansen vísti aftur, at hann hevði lagt trýst á fyri at fáa sendifólkini koppsett, men at »tey høvdu spurt vinarliga«, um tað bar til at koppseta sendifólkini – væl vitandi um, at tað ber ikki til at taka ávís fólk fram um onnur í køini, og at hetta als ikki er í tráð við koppsetingarætlanina og kunngerðina, sum fyriliggur.
Álitið á skipanina hjá landsstýrinum hevur fingið eitt skot fyri bógvin, nú tað er komið fram, at tá tað veldst um hvør tú ert, so sleppur tú fram um bæði sjúk og treingjandi í køini til koppseting.
Tí standa nógv avvarðandi spyrjandi, nú fólk – og børn – hava verið avbyrgd í eitt ár uttan at fáa boðið koppseting, meðan fólk við røttu sambondunum – púra uttan grundgeving og púra óneyðugt, verða tikin fram um fólk, sum hava nógv størri brúk fyri koppseting.