Fyrr í ár varð nógv skrivað um ringa standin, sjúkrabilarnir hjá Landssjúkrahúsinum vóru í. Tað var so galið, at onkur bilur steðgaði upp í sjúkraørindum. Men hesin trupulleikin er nú loystur.
Í gjár kundi Finnbogi Eyðólvsson, VW umboðsmaður í Íslandi handa Sjúkrabilatænastuni hjá Landssjúkrahúsinum nýggja sjúkrabilin, sum er ein VW Transporter Turbo Dielel, sum er umbygdur til sjúkrabil í Íslandi.
Hesin bilurin er heldur størri enn hinir báðir sjúkrabilarnir, sum hava støð á Landssjúkrahúsinum. Teir eru av merkinum Mercedes, og eru báðir skiftir út í summar. Teir eru keyptir brúktir úr Svøríki. Annar teirra er trý ár og hin seks.
Við hesum lækkar miðalaldurin á sjúkrabilunum niður í trý ár - og standur á bilunum er nú í lagi, verður sagt av Sjúkrabilatænastuni.
Hesin nýggi bilurin er vælútgjørdur við ljósum eins og hann er fýrahjólstrektur. Hetta er sjálvandi stórur fyrimunur tá koyrt verður í hálku.
Landssjúkrahúsið eigur eisini ein annan stóran sjúkrabil, sum er av merkinum Dodge. Hann er fyri tað mesta í Eysturoynni, og hevur hann eisini verið í Íslandi í summar, har hann er umbygdur til eisini at hava fýrahjólstrekk.
Teir báðir frægastu av gomlu sjúkrabilunum í Havn eru farnir ávikavist vestur í Vágar og suður til Sands, meðan hinir verða upphøgdir.