Landssjúkrahúsið skerjir aktivitetin

Vit hava fingið álagt at spara tvær milliónir krónur, so vit hava valt at skerja aktivitetin á nøkrum økjum, sigur Allan Skaalum

Tað ljóðaði, at Landssjúkrahúsið heilt var givið at fremja skurðviðgerðir, men hesum vísir sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum, aftur.

Vit fingu hesa játtanina treytað av at vit spara tvær milliónir krónur á játtanini fyri í ár. Vit hava so valt at útseta onkra íløgu og avmarkað skeiðsvirksemi millum starvsfólkini, sum annars hevur koyrt í eina tíð nú. Eisini er ávísar skurðviðgerðir útsettar, serliga slíkar, har liðir skuluj skiftast, sigur Allan Skaalum,

Eisini hini bæði sjúkrahúsini fingu álagt at spara, og so vítt Allan Skaalum veit, megna tey at fremja hesar sparingar á sama hátt,

Men tað er sambært sjúkrahússtjóranum einki í søgunum um, at Landssjúkrahúsið er givið við øllum skurðviðgerðum.