Løgtingið skal í dag taka støðu til eykajáttanir hjá tí almenna, og ein av stóru upphæddunum er ein eykajáttan á 14, 2 milliónir krónur til Landssjúkrahúsið.
Í uppskotinum til eykajáttanarlógtingslógini verður sagt, at 9 milliónir krónur eru roknaðar til vanligt virksemi.
- Landssjúkrahúsið hevur greitt frá stórari øking í virkseminum, og at tað hevur verið eitt áhaldandi stórt arbeiðstrýst, við høgum sjúklingatali og kompleksum sjúklingum. Arbeiðstrýstið hevur verið høgt á medisinska deplinum, har stórur partur av virkseminum er akutt, umframt at nógv virksemi hevur verið á psykiatriska deplinum, stendur at lesa í uppskotinum
Sagt verður eisini, at læknatrot ger, at neyðugt er at seta konsulentar, ið ofta er ein meiri kostnaðarmikil loysn.
Samanumtikið vanta 9,0 mió. kr. í til vanliga virksemi, og eru tiltøk sett í verk, ið kunnu tálma játtanarnýtsluna við 2,0 mió. kr. Talan er um m.a. at útseta starvssetanir, útseta ymisk keyp og skeiðs- og tænastuferðir, umframt at samstarvið millum sjúkrahúsini verður raðfest.
Talið á sjúklingum, sum verða sendir av landinum til viðgerðar, er hækkandi, og roknað verður við, at 200 fleiri sjúkligar verða sendir av landinum í ár enn í fjør. Hetta kostar 6,7 milliónir krónur meira. Afturat tí kemur ein hálv millión til sjúklingaferðir.
Løgtingið fer á fund kl. 11.00 at viðgera eitt nú eykajáttanarlógaruppskotið.










