Landssjúkrahúsið og Roskilde Amts Sygehus samstarva um húðrøkt

Landssjúkrahúsið hevur gjørt avtalu við Roskild Amts Sygehus um fjarviðgerð av húðsjúkum umvegis internetið. Bæði á Landssjúkrahúsinum og í Roskilde eru tey væl nøgd við avaluna

Sjúkaaviðgerð


Føroyingar við húðsjúkum kunnu nú verða viðgjørdir eftir avtalu við serfrøðingar á Roskilde Amts Sygehus. Men sjúklingur og lækni sita hvør í sínum landi.
Talan er um sonevnda tele-dermatologi, greiðir Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum frá. Tað gongur út uppá, at sjúklingurin verður avmyndaður í Føroyum. Síðan verður myndin send um internetið til Roskilde, har serlæknin hyggur at henni og staðfestir, hvørja viðgerð, sjúklingurin skal hava. Læknin sigur so Landssjúkrahúsinum frá, og kommunulæknin hjá viðkomandi sjúklingi fær so at vita, hvussu viðgerðin skal fara fram.
Landssjúkrahúsið hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Roskilde Amts Sygehus, sigur Anne Grete Mikkelsen. Avtalan er gjørd, tí eingin húðlækni er i Føroyum, og útlini fyri at fáa nakran eru heldur ikki góð, sigur hon. Men hendan avtalan, sum gjørd er, er so mikið góð, at hon kann nøkta tann tørv, sum er.
Avtalað er, at ein húðlækni á Roskilde Amts Sygehus kemur til Føroya átta feðrir um árið at hava viðtalu. Umframt verða so fotomyndirnar av føroysku sjúklingunum sendar sjúkrahúsinum í Roskildi, haðani so verður ráðgivið um, hvussu farast skal fram í Føroyum.
Tann parturin gongur fyri seg á tann hátt, at kommunulæknin skrivar eina ávísing til Landssjúkrahúsið, har sjúklingurin síðan verður avmyndaður, og myndin send til Roskilde. Innan fyri tveir dagar, verður so svar sent aftur til Føroya við leiðbeining um viðgerð.
Avtalan kostar Landssjúkrahúsinum 600.000.- krónur árliga. Men tað er ikki meira enn tað hevði kostað at havt ein lækna knýttan fast at Landssjúkrahúsinum, sigur Anne Grete Mikkelsen.
Hinvegin ger hendan avtalan, at í Roskilde verður brúk fyri meira fólki, sum so aftur ger, at Roskilde Amts Sygehus kann gera líkandni avtalur við onnur øki, og tað halda politikararnir í Roskilde vera óført sambært Dagbladet í Roskilde.
Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at avtalan kemur í gildi tann fyrsta apríl. Nú verður so tekniska útgerðin sett upp, og fólk fara at læra seg at brúka hana.
?Hetta verður væntandi framtíðar viðgerð, heldur Anne Grete Mikkelsen. Soleiðis at skilja, at kommunulæknarnir sjálvir fara at taka myndirnar og senda beinleiðis til eitt nú Roskilde.
Tað hevur eina tíð verið gjørt í Føroyum kortini. Komunulæknin á Eiði hevur slíka útgerð og hevur brúkt hana nøkur í ár. Alt fer kortini gjøgnum servaran hjá Landssjúkrahúsinum, soleiðis at tað verður lagt í kartotekið hjá Landssjúkrahúsinum, sigur Anne Grete Mikkelsen.
?Men tað riggar væl á Eiði, og eg vænti fyri vist, at tað verður soleiðis aðrastaðni eisini í framtíðini, sigur hon.