Landssjúkrahúsið og fíggjarnevndin

   

Løgtingsins fíggjarnevnd hevur í januar-februar mánaði verið á vitjan á øllum trimum sjúkrahúsum í Føroyum. Tað er stak positivt at fíggjarnevndin hevur givið sær stundir til at gera eina slíka ferð, fyri at seta seg inn í tey faktisku viðurskiftini innan hetta øki. Heilsuverkið fær uml. 15 % av fíggjarlógini og Landssjúkrahúsið, sum undirritaði hevur fíggjarligu ábyrgdina av, fær 8%.
Tað er sjálvandi avmarkað, hvat verður rokkið upp á ein dag, tá fíggjarnevndin er á vitjan - ikki minst á Landssjúkrahúsinum, sum er ein stórur og fjøltáttaður stovnur við umleið 800 starvsfólkum (610 ársverk), við nógvum ymsum serøkjum og funktiónum. Helst er hetta størsta arbeiðspláss í Føroyum. Vit valdu nøkur ting út, sum vit varpaðu ljósið á henda dagin.
Fíggjarnevndin hevur nú drigið samanum vitjanirnar, og hevur givið landsstýrismanninum í Heilsumálum eina afturmelding um nevndarinnar uppfatan av støðuni innan sjúkrahúsverkið.
Tað er í hesum sambandi at okkurt hevur verið frammi í fjølmiðlunum, sum eg kundi hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar til.
Í útvarpinum nevndi fíggjarnevndarformaðurin, at hann metti at sambandi millum læknafrøðiligu avgerðina og fíggjarligu fyrisitingina ikki var gott nokk og at okkurt var galið við leiðslubygnaðinum innan sjúkrahúsini.
Tað er ikki heilt greitt hvat hann meinti við. Um tað var tað samlaða heilsuverkið, serviðgerðin uttanlands, samskipanin av sjúkrahúsunum í Føroyum ella Landssjúkrahúsið.
Um viðmerkingin snúði seg um sambandi millum læknafrøðiligu avgerðina og fíggjarligu fyrisitingia á Landssjúkrahúsinunum, so kann upplýsast, at frá í ár er innanhýsis fíggjarstýringini á Landssjúkrahúsinum broytt soleiðis, at fíggjarliga raðfestingin og ábyrgdin er flutt til deplarnar. Tað eru leiðandi yvirlæknarnir, sum hava ta endaligu fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av, at játtanin verður brúkt á mest skinsamiliga hátt.
Tá tað kemur til leiðslubygnaðin, so kann nevnast, at Landssjúkrahúsið fekk ein nýggjan leiðslubygnað í 2000. Tað var orsaka av stórum trupulleikum við leiðslubygnaðinum frammanundan, at tað var neyðugt at innføra ein nýggjan bygnað. Tað eru nógvir møguleikar fyri skipan av leiðuni á sjúkrahúsum, og nógvar royndir verða gjørdar á hesum øki í okkara grannalondum. Men fyri at einhvør skipan skal fáast til at virka, so er neyðugt, at hon fær loyvi til at royna seg í eina tíð. Tvey ár er ein sera stutt tíð og Landssjúkrahúsið er ikki liðugt við innkoyringsfasuna enn.
Leiðslubygnaðurin frammanundan var ein sokallaður súlubygnaður, har tað vóru tríggjar atskiltar súlur: Lækna-, røktar- og tænastusúlan. Virksemið var skipað innan fyri súlurnar og samskipanin var ofta trupul. Hetta viðførdi ofra stórt stríð innanfyri og millum starvsbólkarnar.
Í tí nýggja leiðslubygnaðinum eru súlurnar burtur og tað er samskipanin, sum er í sentrum. Ovast er ein eindarleiðsla við 3 persónum: Sjúkrahússtjóri, sjúkrarøktarstjóri og læknastjóri. Sjúkrahússtjórin hevur evstu ábyrgdina mótvegis Familju- og Heilsumálaráðnum.
Sjúkrahúsið er skipað í 3 viðgerðar deplar: Medisinski-, Kirurgiski- og Psykiatriski depilin. Endamálið við at skipa sjúkrahúsið í deplar er at betra um samanhangin innan økini, soleiðis at sjúklingurin/ borgarin fær eina so góða tænastu sum møguligt. Innanhýsis á stovninum hevur nýggi bygnaðurin við sær, at ein størri partur av avgerðarrættinum verður desentraliseraður.
Hvør depil hevur millum 110 ? 150 ársverk og eina lønarjáttan, ið liggur millum 40-50 mió.kr.. Deplarnir verða leiddir av einum leiðandi yvirlækna og einum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingi í felag. Tað er tann leiðandi yvirlæknin, sum mótvegis sjúkrahúsleiðsluni hevur endaligu rakstrarligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av deplinum.
Harumframt er ein tænastudepil har allar tænastur so sum køkur, vask, reingerð, teknikkur, goymsla, sjúkraflutningur, sjúklinga-skrivstova og leiðbeining er skipað. Tænastudepilin hevur ein depilsleiðara.
Tað verður ofta ført fram, at fyrisitingin er blivin alt ov stór og etir ein alsamt størri part av játtanini. Í tilfarinum sum fíggjarnevndin fekk á vitjanini á Landssjúkrahúsinum var tað týðuligt, at hetta var ikki galdandi fyri Landssjúkrahúsið. Í fyrisitingini á sjúkrahúsinum, sum hevur 800 starvsfólk arbeiða 15 fólk. Hetta er til bókhald, fíggjarstýring, lønarstova, starvsfólkamál, KT og skrivarar. Sum dømi um lágu manningina kann nevnast, at Landssjúkra-húsið hevur einans ein teldumann til umleið 220 teldur, eitt stórt KT-netverk og nógv ymisk telduforrit. Tað er alt ov lítið. Ein stovnar av hesi støddini hevur tørv á minst 5 teldufólkum.